Jørgen gjørdi gjøldur burtur úr fiskifrøðingum

Danska tíðindastovan Ritzau skrivar, at millum annað ein fyrrverandi føroyskur landsstýrismaður gjørdi fiskifrøðingar til laturs á fundi í Hirtshals mánakvøldið

? Handan yvirskriftin er í so skørp.
Soleiðis svarar fyrrverandi landsstýrismaðurin við fiskivinnumálum, Jørgen Niclasen, tá ið hann fær at vita um ein tíðindagrein fra donsku tíðindastovuni Ritzau.
? Havbiologer latterliggjorte i Hirtshals, skrivar Ritzau um fundin, sum var hildin í Hirsthals mánakvøldið.
Og ein av teimum, sum sambært Ritzau skuldi havt gjørt gjøldur burtur úr havbiologunum frá ICES, ið eisini vóru við á fundinum, var Jørgen Niclasen.
Hann legði tøl fram, sum vístu at føroysku fiskistovnarnir vuksu, hóast meira varð fiskað, enn ICES mælti til.

Frøðingar fara skeivir
Á fundinum, har 120 fólk ? lokalpolitikarar, fiskimenn, fólkatingslimir og onnur ? vóru til staðar, greiddi Jørgen Niclasen frá føroysku fiskidagaskipanini, og íslendski fiskifrøðingurin Jón Kristjansson hevði eisini fyrilestur um sína fatan av fiskistovunum.
? Vit løgdu fakta fram, sum vístu fiskifrøðingar eru farnir skeivir. Tølini vísa, at tað er skeivt, tá ið fiskifrøðingarnir siga, at stovnarnir skulu verða stórir fyri at fáa stóra tilgongd. Tað er beint øvugt. Smáir stovnar fáa stóra tilgongd, meðan stórir stovnar fáa lítla tilgongd, sigur Jørgen Niclasen.
? Fiskifrøðingarnir eru ikki so fegnir um tað, sum Jón Kristjansson førir fram, men eg haldi ikki, at vit hava gjørt gjøldur burtur úr nøkrum fiskifrøðingi. Tað er at taka í so harðliga til, heldur fyrrverandi landsstýrismaðurin.
Hann hevur í heyst havt líkandi fyrilestrar í Bretlandi, har áhugin fyri føroysku fiskidagaskipanini eisini er stórur.