Jørgen heldur fram sum formaður

Á landsfundinum hjá Fólkaflokkinum í Tekniska skúla í Klaksvík er í morgun komið fram, at eingin stillar upp til formansvalið móti Jørgen Niclasen.

Tað boðaði Jákup Mikkelsen frá, tá hann bjóðaði vælkomin.

Hann segði, at fundur hevði verið í leiðslubólkinum, og har var komið fram, at eingin annar enn Jørgen Niclasen var í uppskoti til formann Fólkafloksins.

Tað sær tí út til at gerast ein meira friðarligur landsfundur enn talan var um í fjør, tá formansvalið fylti nógv.