Fiskivinna
Í hesi vikuni hava Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fiskivinnumálum og kanadiski fiskimálaráðharrin, Robert G. Thibault, havt telefonfund, har teir serliga tosaðu um føroysku rækjurættindini á Grand Bank og á Flemmish Kap.
Umframt Kanada, eru 15 lond limir í NAFO, ið umsitir fiskirærættindini á hesum leiðum. Kanada, sum eigur meginpartin av Grand Bank, fær 5.000 tons av samlaðu kvotuni, meðan øll hini 15 londini, ið eftir eru, fáa 1.000 tons í part, sum sambært avtaluni verða býtt javnt millum londini. Hetta gevur 67 tons av rækjum til hvørt landið, og tá ið Føroyar og Grønland verða roknaði sum eitt land, er ikki nógv at býta millum londini.
Hetta eru føroyskir myndugleikar og føroyska rækjuvinnan ógvuliga misnøgd við, tí tey halda, at søguligu rættindini hjá okkum eiga at røkka til størri kvotu enn hetta.
- Vit hava tí kravt at fáa ein størri part av rættindunum á Grand Bank, sigur Jørgen Niclasen, landsstýrismaður.
Hann vísir á, at tá ið føroyskir myndugleikar løgdu trýst á kanadisku myndugleikarnar og søgdu seg umhugsa at áseta egnu kvotu, avgjørdu kanadisku myndugleikarnir at steingja havnirnar fyri føroyskum skipum.
- Hóast vit ikki hava givið føroyskum skipum loyvi at fiska uttan um ásettu NAFO-kvotuna, hava kanadiarar prógv fyri, at skipini kortini hava fiskað. Hetta hevur gjørt okkara samráðingarstøðu truplari, sigur landsstýrismaðurin.
Soleiðis er Jørgen Niclasen eisini vitandi um, at kanadiski fiskimálaráðharrin ikki hevur umtalað hesi stig hjá føroyskum skipum við positivum orðum í kanadiskum fjølmiðlum.
Telefonfund við
Robert G. Tribault
Nú undan fundinum í NAFO, sum byrjar í Spaniu mánadagin komandi, hava føroyskir og kanadiskir embætidsmenn tosað saman um støðuna, og hesar samrøður førdu í hesi vikuni til, at telefonfundur varð avtalaður millum Robert G. Tribault og føroyska starvsbróðurin, Jørgen Niclasen.
- Vit tosaðu saman hósdagin. Eg legði fyri við at greiða frá okkara søguligu viðurskiftum á Flemmish Kap og Grand Bank. Eg greiddi honum frá okkara fiskiskapi á hesum leiðum gjøgnum árini og vísti á, at vit hava hildið okkum til tær reglur, sum hava verið galdandi. Somuleiðis vísti eg á, at vit í flestu førum hava stuðlað uppundir sjónarmiðini hjá Kanada í NAFO.
Yvirfyri Roberti legði Jørgen dent á, at Føroyar eru eitt land, sum bara livir av fiski. Tí er eisini neyðugt hjá okkum at halda fast um tey søguligu rættindi, vit halda okkum eiga.
- Eg greiddi frá, at vit halda okkum eiga stór søgulig rættindi á Grand Bank og
halda tí, at hesi eiga at hava eina ávísa vekt, tá ið kvotur verða tillutaðar.
Jørgen duldi ikki, at føroyingar kendu seg ógvuliga vónsviknar, tá ið allar
grundgevingar vórðu feiðaðar av borðinum á eykafundinum í NAFO, sum var í Helsingør í januar.
- Hesum kunnu vit slett ikki liva við, legði eg dent á.
Størri forstáilsi
Landsstýrismaðurin sigur, at so hvørt, sum samrøðan millum hann og kanadiska fiskimálaráðharran leið, var reaktiónin í hinum endanum meira og meira positiv.
- Robert segði seg hava fingið ta fatan, at føroysk skip gjørdu júst sum tey vildu á Grand Bank, men hesum vísti eg aftur og segði, at landsstýrið hevði vent sær ímóti hesum fiskiskapi.
Jørgen sigur, at samrøðan millum partarnar endaði við, at Robert lovaði beinanvegin at taka upp samband við kanadisku sendinevndina, sum fer á NAFO-fund í Spaniu nú mánadagin, og hann lovaði eisini, at søguligu rættindi føroyinga skuldu vigast neyvari í samband við kvoturættindini á Grand Bank.
- Sum útgangsstøði, segði Robert seg vilja vera positivan fyri at fáa eina loysn, sum báðir partar kunnu liva við.
Landsstýrismaðurin sigur, at ítøkiliga úrslitið av telefonfundinum var, at føroyska og kanadiska samráðingarnevndin skal hittast á fundi í Spaniu dagin fyri ársfundin í NAFO.
- Hvat fer at spyrjast burtur úr hesum, er ilt at siga frammanundan, men vit vóna, at funnin verður ein loysn, sum vit kunnu liva við, sigur Jørgen Niclasen at enda.Samráðingarleiðari hjá føroysku sendinevndini á NAFO-fundinum í Spaniu verður Andrass Kristiansen.
At enda kunnu vit skoyta uppí, at við seinastu samráðingar vórðu fiskidagarnir hjá føroyskum rækjuskipum á Flemmisk Kap øktir úr 1440 upp í 1600 dagar.