Fólkaflokkurin minkar um landsstýrismanningina, og samstundis sigur Anfinn
Kallsberg farvæl eftir at hava umboðað flokkin í Løgtinginum í góð 30 ár.
Jørgen Niclasen hevur gjørt av at lata landsstýrissessin sum
uttanríkisráðharri frá sær longu í dag. Hann fer í staðin at taka við
sínum løgtingssessi og gerst samstundis formaður í Løgtingsins fíggjarnevnd
í staðin fyri Anfinn Kallsberg.
Jacob Vestergaard tekur við sum nýggjur uttanríkisráðharri. Hann er
frammanundan fiskimálaráðharri og fer fram eftir at røkja báðar hesar
landsstýrissessirnar.
-Tíðirnar eru jú ikki tær bestu, og samgongan hevur verið noydd at fremja
nógvar rasjonaliseringar í almenna geiranum. Og tá vit fremja slíkar
rasjonaliseringar, eiga vit eisini at vísa vilja í toppinum. Við hesi
umskipanini minka vit landsstýrismanningina hjá flokkinum úr trimum niður í
tvey landsstýrisfólk, sigur Jørgen Niclasen.
Meira tíð til flokkin
-Sjálvur ætli eg nú, umframt løgtings- og fíggjarnevndararbeiðið, at brúka
nógv meira orku og tíð til mítt álitisstarv sum formaður í Fólkaflokkinum.
At sita í landsstýrinum merkir tíverri, at fjarstøðan til flokkin verður
størri, og ferðavirksemið, sum fylgir við uttanríkisráðharrasessinum, hevur
sjálvsagt ikki gjørt støðuna betri í so máta. Tí má eg eisini ásanna, at eg
ikki havi kunnað røkt mínar uppgávur sum formaður eins væl, og eg fegin
vildi, meðan eg havi virkað sum uttanríkisráðharri, sigur Jørgen Niclasen.
-Hetta vil eg fegin bøta um nú, og næstu tíðina vil eg brúka upp á at
umleggja leiðsluuppgávurnar, so tað fram eftir verður lættari at leiða
flokkin ? eisini um eg einaferð skuldu farið aftur í landsstýrið, sigur
Jørgen Niclasen.
Kallsberg sigur farvæl
Jørgen Niclasen tekur yvir formanssessin í fíggjarnevndini eftir Anfinn
Kallsberg, ið hevur gjørt av at leggja løgtingssessin frá sær. Í november
kundi Anfinn Kallsberg halda 30 ára starvsdag sum løgtingslimur.
Hann var formaður í Fólkaflokkinum frá 1994 til 2007, tá Jørgen Niclasen tók
við. Anfinn Kallsberg hevur eisini verið bæði løgmaður, fíggjarmálaráðharri,
fiskimálaráðharri og løgtingsformaður, og hann hevur umboðað flokkin eitt
valskeið í Fólkatinginum.