Seinnapartin fer Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í uttanríkismálum, á fund við Per Stig Møller, uttanríkisráðharra -Nú skal ferð setast á uttanríkispolitisku kósina hjá Føroyum. Skulu vit náða málum er umráðandi við nógvum viðspælarum, sigur Jørgen Niclasen.
Á skránni eru fleiri týðandi mál hjá Føroyum, eitt nú ætlanir um meiri virknan føroyskan uttanríkispolitikk, føroyskan EFTA-limaskap, sáttmála um tey fýra frælsini við ES, ST-sáttmálan um rættindi teirra brekaðu, umframt onnur áleikandi mál.