Góðu norðingar, klaksvíkingar og gestir...
Fyrst tjøldrini og síðani smálombini boða frá, at nú er várið komið til okkara.
Norðoyastevnan boðar frá, at nú er summar í Føroyum. Veðrið gerst lýggjari, dagurin er vorðin so langur nú og náttin er bert eitt skýmingasetur.
Klaksvík hevur latið seg í veitslubúna og heilsar summarinum vælkomnum. Norðoyastevnan er nakað serligt, tí hon er ein verulig summarstevna, ein perla í eini røð av fleiri, sum ger summarið í Føroyum til nakað serligt. Vit í Klaksvík eru errin av at vera við til at binda ein perlukrans, sum eigur at verða ein vakur kransur, tá ið hann á Ólavsøku er komin runt.
Á Norðoyastevnu er okkurt fyri øll. Mentan av alskyns slag, bæði til gamans og álvara.
Raskir ungdómar fremja ítróttarbrøgd, sum fylgja teimum til næstu stevnu. Í fleiri bygdum hava litfagrir kappróðrarbátar verið ein daglig sjón og eggjandi rópini frá róðursmonnum og ?kvinnum hava rungað alt meðan manningarnar hava kítt seg at gera tað besta. Ikki minst kenna vit hesa myndina frá vágni í Klaksvík. Í morgin verður so fyrsti FM-róðurin í ár og vit eru mong, ið eru so sera spent og gleða okkum.
Jú sanniliga er tað eitt megnar arbeiði sum verður gjørt á mongum økjum til hvørja Norðoyastevnu. Framsýningar og framførslur og onnur tiltøk. So er bert hjá okkum at koyra dagligdagin til viks eina løtu og njóta blíðskap hvør hjá øðrum og gera okkara til, at stevnan eydnast væl.
Í seinastu viku var eg við tá ið Norðuratlants mentunarstevnan varð sett í Keypmannahavn. Nógv fólk vóru samankomin á Nytorv mitt á Strøjnum. Merkið veitraðið saman við tí grønlendska, íslendska og danska flagginum. Millum annað var føroyskur kórsangur og dansur á skránni, og luttakararnir vóru í føroyska tjóðbúnanum. Vígdis Finnboðadóttir, fyrrverandi forseti Íslands, flutti fram røðu. Hetta var avgjørt ein sera hugnalig og góð løta, men einki er sum miðnáttarsamkoman á Norðoyastevnu, hugsaði eg. Hon er nakað heilt serligt og er avgjørt eitt av hæddarpunktunum á Norðoyastevnu.
Veðrinum ráða vit ikki fyri, men vónandi fer alt stevnufólkið at nýta vit og skil, so at hetta, tá ið av tornar, varð ein góð Norðoyastevna fyri øll.
Eg fari nú at enda at takka fyri heiðurin, at tað fall mær í lut at siga nøkur orð, og skal eg vegna Klaksvíkar kommunu takka øllum tykkum sum skipa fyri tiltøkum á Norðoyastevnu.
Við hesum er Norðoyastevnan 2002 sett! Góða stevnu, øll somul!