Í dag, 28. januar, verður Jórun Justinussen 70 ár. Tað verður nakað langt at fara at ynskja henni til lukku, tí hon er stødd í Namibia, tí hesi fáu orð.
Foreldrini hjá Jórun vóru Herborg og Gunnar Gunnarsson. Gunnar var leiðari á Fiskivinnnustovuni í nógv ár, og tí komu vit at hava nógv saman, og tað var ikki bert á fiskivinnuøkinum.
Pápi Gunnar var Gunnar Danielsen, kendur skipari í Vági. Har hava vit tað serliga samband, at langabbi, mín Absalon í Tjørnustovu í Norðragøtu, sigldi saman við øllum sínum fimm synum við Gunnari. Allir seks vóru eina ferð við í senn! Minnist framvegis, hvussu gott orðalag abbi mín hevði til Gunnar.
Alt hetta gjørdi sítt til, at eg koma at kenna alla familjuna. Fyrst og fremst var tað Herborg, sum eisini var ein persónligheit. Hon var ættað av Viðareiði men vaks upp í Vági. Børnini hjá Gunnar og Herborg eru umframt Jórun, Sólva, Inga, Oddvør og Gunnar.
Fiskur, sjógvur og danski staturin komu at gerast lívið hjá Jórun. Eftir at hava fingið millumskúlaprógv fór Jórun í skrivstovulæru hjá Ríkisumboðnum. Her arbeiddi hon í fyrsta umfari til hon var niðri eina tíð og arbeiddi í danska innanríkisráðnum. Í Danmark giftist hon í 1964 við fiskimanninum, Osmund, sum var úr Leirvík.
Tey komu heim aftur, og tá fór Jórun aftur at arbeiða hjá ríkisumboðnum, har uppgávan millum annað var at týða greinar úr føroyskum bløð til danskt, so donsku myndugleikarnir kundu fylgja við, hvat ið hendi her á landi.
Fyri góðum 40 árum síðani byrjaði Osmund sítt reiðaravirksemi. Her kann eisini sannast, at aftanfyri hvønn virknan mann stendur ein kvinna. Osmund dylur ikki fyri, at Jórun eigur eisini sín avgerandi leiklut í hesum stóra virksemi, sum hevur verið bæði á sjógvi og landi. Her hevur talan verið um slóðbrótandi virksemi á mongum økjum.
Tað hevur gingið upp og niður, sum er ein náttúrulóg í fiskivinnuni. Nú er tað frálandavinnan, sum tey hava satsað uppá. At tað gongst væl fekst ein ábending um við tí milliarda sáttmálanum, sum tað frættist um nú um dagarnar.
Sjálvt so langt burtur sum í Namibia, har Jórun og Osmund nú eru stødd, hava tey havt virksemi. Hetta var í teimum árunum, tá ið tað stóð á í Føroyum, og livast mátti upp til, at “neyð lærir nakna kvinnu at spinna”.
Nú hevur yngra ættarliðið tikið við, men við tí grundarlagi, sum er lagt av foreldrunum, er fyritøkan í góðum hondum.
Jórun og Osmund eiga tríggjar synir, Helga, Tummas og Gunnar, og teir hava givið teimum 10 barnabørn. Jórun arbeiddi seinnu árini hjá sorinskrivaranum. Men tá ið ommubørnini blivu so nógv, fór hon heim og bleiv omma burtur av. Hetta hevur hon gingið uppí við lív og sál.
Jórun er bæði mentað og vitandi. Vit bæði hava eisini havt nógv samstarv okkara millum. Jórun gav avgerandi íblásturin til at fáa skrivað søguna um Dollan, Daniel J. Danielsen, systkinabarn abba hennara, sum skapti heimssøgu í Congo fyri meira enn 100 árum síðuni, og hon var eisini ein hollur stuðul í hesum arbeiði
Góða Jórun. Hjartaliga tillukku við “støvinum”, sum kortini einki sæst til!
-----
ó.