Jórun úr Havn býr á Kreta

Barnadreymurin var at sleppa út og síggja verðina við eygunum hjá einum ferðaleiðara. Ætlanin var altíð at koma heimaftur. Men Jórun úr Havn kom ongantíð heimaftur at búgva. Hon fann sær grikskan mann á Kreta, har tey hava tvey børn. Familjan er júst flutt inn í nýggj hús

 

FØROYINGAR Í ÚTLONDUM

Orð og myndir: Jan Müller



Føroyingar eru allastaðni, hoyra vit ofta tikið til. Um ikki nógvir í tali á hvørjum stað, so er ikki einki um hetta orðafellið. Tað er ikki óvanligt, at føroyskar kvinnur finna sær mann, tá tær á ungum árum fara út í stóru verð at arbeiða ella at ferðast. Um tað er tilvildin ella lagnan, sum ger, at nógvar teirra ikki koma heimaftur, skulu vit lata verða ósvarað. Eftir tí vit vita, búgva í dag tríggjar føroyskar kvinnur í Grikkalandi, har tær hava fingið sær grikskan mann. Tær tríggjar búgva á trimum ymsum plássum, í Athen, á Rhodos og á Kreta.



TÁ VITJAÐ varð á Kreta í summar var eisini høvi at støkka inn á gólvið hjá Jórun Jacobsen úr Havn. Hon hevur búð á Kreta seinastu 10 árini. Hon hevur grikskan mann og eiga tey tvey børn, Amalia, sum er 2 ár og Napoleon, ið er 6.

Jórun arbeiðir í dag í einum handli í stórbýnum Rethenion. Hon selur gullvørur og hevur gjørt tað í mong ár.

Jórun er fødd og uppvaksin í Gundadali í Havn. Hon er dóttur Napoleon og Ingibjørg Jacobsen. Pápin doyði nøkur ár herfyri.

Jórun og grikska familja hennara eru serstakliga blíð og fyrikomandi, og tí var tað heldur ikki so løgið at hoyra aðrar føroyingar, sum høvdu vitjað, greiða frá gestablídninum. Tað skortaði so heldur ikki uppá gestablídni, tá blaðmaðurin á Sosialinum saman við restini av familjuni legði leiðina framvið nýggju húsunum hjá Jórun og Reno nakrar fáar kilometrar frá stóra havnabýnum Rethimnon. Har varð borðreitt við øllum góðum, sum hoyrir einum kretianskum køki til. Og í tí heita og vakra kretakvøldinum fingu vit so at hoyra søguna um ta ungu havnagentuna, sum fekk sín barnadreym uppfyltan, tá hon fekk arbeiði sum ferðaleiðari hjá Spies. Tað var eisini tað, sum førdi hana og mannin saman, og sum í dag er vorðin ein hampuliga stór familja.



BARNADREYMURIN VERULEIKI

Tá Jórun bleiv studentur í 1988 arbeiddi hon fyrst eitt hálvt ár í Havn. Hon hevði annars líka síðani barnaárini havt ein dreym um at fara út og síggja og uppliva verðina við eygunum hjá einum ferðaleiðara. Men tað var ongantíð ætlanin ikki at skula koma heimaftur.

Jórun fór at ferðaleiðaraskúla á Mallorca í Spania í januar 1989. Frá Mallorca gekk leiðin til Rhodos. Har var hon í eitt hálvt ár. Eftir tað gekk leiðin til Marokko. Tá enn eitt hálvt ár var farið, varð kósin sett móti Kreta, har Jórun seinni skuldi fáa sítt núverandi heim. Tað var tá, at hon møtti manninum. Men ferðaleiðaraarbeiðið kallaði, og hon varð nú aftur send til nýtt stað, hesaferð til Gambia. Eftir tað gekk leiðin aftur til Kreta, og tá Spies vildi hava hana at fara aftur til Marokko, var kærleikin sterkari. Arbeiðið sum ferðaleiðari mátti víkja fyri kærleikanum millum Jórun og Reno. Tá gavst Jórun hjá Spies og fór ístaðin at arbeiða hjá einum gullsmiði í Aios Nicolaos, einum býi á eysturstrond Kreta. Har var hon í fimm ár, til hon fór at arbeiða í Rethimnon, har hon hevur verið síðani. Handilin er ein av teimum stásiligastu og mest vitjaðu í allari oynni verður sagt.

Jórun dámar sera væl hetta arbeiðið og hevur hon eisini fingið fleiri góðar starvsfelagar. Hennara lætta og fryntliga lyndi ger eisini, at hon verður mett gullverd sum sølukvinna í stásiliga handlinum við gullvørum. Jórun arbeiðir frá apríl til endan av oktober og hevur so frí í fimm mánaðir.

Jórun og Reno giftust í 94 og búsettu seg í lítlu fjallabygdini Prines stutt frá Rethimnon.



DÁMAR VÆL FÓLKIÐ

Tað var ongantíð ætlanin, at hon skuldi blíva verandi á Kreta. Tað var meira av óvart ? ella var tað lagnan heldur enn tilvildin? Men hon hevur ikki angrað tað, tí henni dámar sera væl fólkið og landið. Sjálv heldur hon tað gera stóran mun at búgva inni á meginlandinum og so úti á eini oyggj sum Kreta. Familjusamanhaldið er øgiliga sterkt á Kreta. Man tekur sær av hvørjum øðrum. Fólk eru heldur ikki so stressað. ?Fólkið her er sera blítt og fyrikomandi. Øll royna at hjálpa hvørjum øðrum, sigur Jórun og vísir á, at tá ein vinur teirra, doyði herfyri - hvørki vinurin ella konan vórðu av Kreta - tóku tey seg saman og samlaðu 75.000 kr. fyri at hjálpa konuni.



SAKNAR FAMILJUNA

Jórun roynir at vitja heima, tá høvi býðst. Fyrr vitjaði hon á hvørjum ári, men nú er eitt sindur longri ímillum. Hon saknar mest familjuna og vinfólkini, føroyska matin og so eisini føroysku náttúruna, her serliga dagarnar og næturnar á sumri. Hon roynir annars at fylgja við á internetinum, hvat hendir heima í Føroyum. Og so fer væl av tíð til at tosa í telefon mest við mammuna, men eisini við vinkonurnar, sum hon møtir, tá hon er heima. Tað hendir seg so eisini, at Jórun og Reno fáa vitjan av føroyingum, sum dámar væl at vitja eina slíka oyggj mitt í Miðalhavinum á sumri.

Jórun hevur ongar ítøkiligar ætlanir um at fara heimaftur í bræði. Maðurin er løgreglumaður og hevur nokk at síggja til. Tey hava júst bygt síni egnu hús í Prines og eru tey sera errin av húsunum, ið liggja umgyrd av trøum. Jórun vísir á, at nógv, sum koma henda vegin og búseta seg her, finna seinni út av, at tey hoyra ikki til her og fara heimaftur.

Men Jórun dámar væl og hon vil eisini fegin læra seg at liva sum kretabúgvi við teirra siðum og livihátti.

? Tú mást góðtaka fólkini, sum búgva her og ikki royna at broyta tey. Eg haldi, at tá tú kemur til eitt fremmant stað, so mást tú góðtaka tingini, soleiðis sum tey eru og ikki royna at halda lív í teimum siðum tú kanska hevur við tær heimanífrá.

Hóast mammuni heima í Føroyum leingist eftir dóttrini og fegin sá, at hon búði í Føroyum, so heldur hon tað er gott at vita, at dótturin og Reno hava tað gott og eru góð hvør við annan.

- Hvør sigur, at eg hevði verið meira lukkulig, um eg hevði verið heima og fingið mær føroying til mann, sigur Jórun. Hon og Reno vóru so eisini saman í fimm ár, áðrenn tey gjørdu av at gifta seg. Og brúdleypið var eisini hildið við maner. Umleið 600 fólk av Kreta og aðrastaðni í Grikkalandi, úr Danmark, Føroyum, Noregi og Svøríki vóru við til brúdleypið, sum varð hildið á torginum í heimbygdini hjá Reno til klokkan 6 á morgni.

Umframt Jórun búgva eisini tvær aðrar føroyskar kvinnur í Grikkalandi. Aimi Thomsen av Strondum býr í Athen, meðan Sólrun Andreassen úr Havn býr á Rhodos. Allar hava tær grikskar menn. Tað hendir seg, at tær tríggjar hittast í Athen, men søgan sigur einki um nakað føroyingafelag finst í Grikkalandi.