Umleið 700 fólk vitjaðu framsýningina, og nógv av nøvnunum komu eisini upp á pláss, meðan framsýningin var, sigur Jórunn.
Vit her á blaðnum stuðlaðu framsýningini við at seta myndir í blaðið, har nøvn og aðrir upplýsingar manglaðu. Í hesum sambandi fara vit at hava ymiskar áhugaverdar myndir í komandi bløðum.
Jórunn sigur, at um onkur ynskir at ogna sær myndir frá framsýningini, ber til at ringja til hana á tel. 316024 ella 226024, ella støkka inn á gólvið í Wrangler Shop í N. Finsensgøtu 23 (tel. 314710).