Man má siga, at nýggi formaðurin var skjótur at læra tann vanliga politiska andstøðuretorikkin at: “Alt sum samgongan ger, er skeivt – og serliga skeivt er tað, sum samgongan ger rætt “.
Lat meg sláa tað rimmarfast. Útbúgving er eitt av teimum heilt fáu økjunum, sum samgongan veruliga hevur raðfest á fíggjarlógini fyri 2011. Útbúgving og gransking er raðfest við góðum 40 milliónum kr. í 2011. Størstu hækkingarnar vóru til:
Lestrarstuðul 12,9
Miðnáms- og yrkisútbúgvingar 12,5
Fróðskaparsetrið 2,2
Fólkaskúla- og sernámsøkið 3,8
ES-granskingarsamstarvið FP7 8,5
Tað eru á heysti 2010 og á vári 2011 umleið 500 fleiri ung undir útbúgving, samanborið við talið av lesandi fyri summarfrítíðina í ár. Tað átti at verið ársins sólskinssøga.
Vit hava í ár tikið lesandi inn á allar megindeildir á Fróðskaparsetrinum – eg endurtaki, á allar megindeildir, og eisini øll skikkað sluppu inn at lesa til lærara og pedagog. Sambært uppgerð frá Setrinum pr. 1. september 2010 sluppu 68 inn til lærara og pedagog, á Sjúkrarøktarfrøðiskúlan sluppu 22 inn, á Søgu- og Samfelagsdeildina 48, á Náttúruvísindadeildina 68, og á Føroyamálsdeildina 19.
So tann akademiska og arroganta útsøgnin hjá Kára á Rógvu um, at nú mugu tey, sum ynskja sær eina útbúgving, bíða til onkur annar hevur gjørt seg lidnan, er so burturvið, at eg øtist.
Gamaní vóru tað nøkur, sum søktu, og sum ikki sluppu inn, m.a. tí at tað ikki ber til at hava fleiri enn 22 sjúkrarøktarlesandi í senn, og nøkur luku ikki upptøkutreytirnar. Allir hægri lærustovnar hava upptøkutreytir, og tað er neyðugt fyri trúvirðið í útbúgvingarskipanini.
Undir fíggarlógarviðgerðini varð semja um at fremja sparingar, so at hallið á fíggjarlógini kann minka, og álagt varð Mentamálaráðnum at finna sparingar uppá 14,1 mió.kr.
Eftir summarfrítíðina varð greitt, at næmingatalið á vinnu- og miðnámsskúlunum og á Fróðskaparsetrinum varð uppaftur størri, enn vit høvdu væntað, tá ið játtanarkarmarnir vóru samtyktir í vár.
Tí varð neyðugt at spara væl meira enn tær 14 milliónir í 2011, serliga vegna øktan lestrarstuðul. Men heldur ikki hetta eyka spariumfarið hevur skert útbúgvingarmøgleikarnar. Í samráð við vinnu- og miðnámsskúlarnar verða framdar nakrar rationaliseringar.Ein lítil skerjing í lestrarstuðlinum hjá heimabúgvandi miðnámskúlanæmingum, umframt aðrar smærri avmarkingar í lestrarstuðlinum, er skotin upp – tað er alt.
40 mió.kr. aftrat til útbúgving og gransking í eini tíð, har hallið á fíggjarlógini framhaldandi er omanfyri hálva milliard krónir, er sanniliga ein raðfesting, sum vit kunnu vera errin av.