Júst sum Miðflokkurin boðaði frá

Jenis av Rana

Tá núverðandi samgonga tók við fyri hálvum øðrum ári síðani, vórðu almanna- og heilsumál løgd saman í ráð. Staðiliga ráddu vit í Miðflokkinum frá hesum, tí royndir frá farnu árum vístu at hesi øki vóru ov stór hjá einum landsstýrismanni at umsita. Hesar royndir gjørdu, at Miðflokkurin í undanfarnu samgongu fekk undirtøku fyri at seta tveir landsstýrismenn at røkja hesi so týdningarmiklu mál.

Men vit tosaðu fyri deyvum oyrum. Grundgevingar okkara um at hvørt av hesum økjum, sum jú tæna teimum veikastu samfelagsborgarunum, tørva eitt landsstýrisfólk burturav vórðu kveistraðar til viks. Sama varð, tá vit vístu á, at orkan hjá tí eina á báðum hesum økjum fór neyvan at røkka til meira enn at "sløkkja ringastu eldarnar".

Tíðin, samgongan hevur sitið, hevur prógvað at metingar okkara vóru rættar. Óneyðugt er at minna nakran á skilaloysið, sum valdar á økjunum báðum- harmaljóð teirra eldru seinastu tíðina og spenta støðan í sjúkrahúsverkinum vátta, at menn áttu at havt lurta eftir ráðum okkara.

Greiðastur er tó landsstýrismaðurin á økinum, sum í viðtalu við Dimmalætting tísdagin leggur kortini á borðið og bart út játtar, at:

vit arbeiða við fleiri málum, men vit hava sera nógv at gera í almanna- og heilsumálaráðnum
... tí er nýtt forfólk ikki valt ( í javnstøðunevndina)...
og
tað er bara so nógv onnur mál eisini sum hava verið orkukrevjand....

Og hartil sigur hann seg: ...ikki kunna vísa á nakað ítøkiligt sum er spurt burturúr meðan hann hevur sitið sum landsstýrismaður við málinum.

Í hesum føri er skaðin tó ikki stórur- talan er um at velja forkvinnu í javnstøðunevndina. Men boðskapurin er greiður- byrðan er vorðin ov stór, júst sum Miðflokkurin boðaði frá, fór at verða.

At vit vórðu undirmettir í metingum okkara ger einki. At javnstøðunevndin er óvirkin ger enn minni. Men at hendan arrogansan dagliga gongur útyvir veikastu borgarar okkara er einki minni enn ein sorgarsøga.

Vælsignaðir samgongumenn, saðlið um. Viðgangið mistakið og rættið uppaftur alt tað, sum av berum stoltleika er farið fyri skeyti. Kostnaðurin hevur longu verið ov stórur fyri tey, ið minst megna at gjalda .