Játtanirnar til kirkjurnar viðgjørdar

Nýggja próstadømisráðið er liðugt at viðgera fíggjarætlanirnar hjá teimum 60 kirkjunum í Føroyum. Í nøkrum førum var neyðugt at skerja

Tað eru ikki longur einstaku kirkjuráðini, sum við lokala kirkjuskattinum gera av sínar egnu fíggjarkarmar.

Nýggja kirkjulógin, sum kom í gildi 1. januar í ár, ásetir sama kirkjuskatt fyri alt landið.

Síðani skulu einstaku kirkjuráðini gera eina fíggjarætlan, sum tey senda dómpróstaráðnum at góðkenna.

Próstadømisráðið metir síðani út frá samlaðu puljuni av kirkjuskatti, sum kann vera í mesta lagi 0,3 prosent av samlaða landsskattinum, um kirkjurnar kunnu fáa tann pening, fíggjarætlanirnar hjá kirkjuráðunum krevja.


Skert størru kirkjurnar

Samlaða grundarlagið til fíggjarætlanirnar hjá kirkjunum er 13 milliónir krónur. Hetta skal býtast millum 60 kirkjur.

Tí er neyðugt at skerja fíggjarætlanirnar hjá nøkrum av kirkjunum.

Tilsamans hevur próstadømisráðið skert nakrar 100 túsund krónur av øllum fíggjarætlanunum tilsamans, og eru tað serliga tær størru kirkjurnar, ið eru skerdar.

Men sambært dómpróstaráðnum fáa skerdu kirkjurnar kortini ikki trupulleikar av hesum. Ráðið hevur í ongum føri skert raksturin hjá nakrari kirkju, men í staðin íløgur, sum tola at bíða til næsta ár ella seinni, siga tey í dømpróstaráðnum.


Kalla inn til samráð

Próstadømisráðið kallar í hesum døgum tey kirkjuráð, ið hava fingið sínar fíggjarætlanir skerdar, inn til samráð.

Á hesum fundum greiðir próstadømisráðið frá orsøkunum til skerjingarnar og útlitunum fyri, nær skerdu íløgurnar kunnu koma aftur á fíggjarætlanina.

Av teimum 60 kirkjunum í Føroyum eru tríggjar, ið als ikki hava tørv á at fáa burturav samlaðu puljuni av kirkjuskatti. Her er talan um tríggjar av teimum smáu føroysku bygdakirkjunum.

Í próstadømisráðnum sita Bjarni Bæk, dómpróstur, Hákun Dam úr Klaksvík, Gunvør Dam Jensen úr Kollafirði, Edvin Joensen úr Leirvík og Eyðbjørg Mortensen av Tvøroyri. Hetta eru limir, sum eru valdir av øllum kirkjuráðunum í landinum.

Bjarni Bæk, dómpróstur, er formaður í próstadømisráðnum. Dómprósturin er sjálvsagdur limur í ráðnum, men hann er ikki sjálvskirvaður formaður.