Báðir menninir, sum fóru inn í Føroya Banka á Toftum á hvítusunnu eftir einum pengaskápi, hava nú játtað seg sekar. Upprunaliga noktaði annar av monnunum seg sekan, men nú hevur hann viðgingið, at hann var við til at stjala eitt pengaskáp úr deildini hjá Føroya Banka á Toftum á hvítusunnu.
Tað sigur Útvarpið.
Tann 23 ára gamli maðurin skuldi í rættin í morgin, men hann er nú latin leysur úr varðhaldinum, og rættarfundurin verður av ongum.
Fólk á Toftum varnaðust, at onkur var í bankanum á náttartíð, og tey varskógvaðu løgregluna, sum tók teir báðar menninar stutt eftir.