Einasti samgongulimur í uttanlandsnevndini, sum er í móti at gera sáttmála við Russland, er Liljan Weihe úr Tjóðveldi. Javnaðarflokkurin er bakkaður og lopin frá einum skriftligum lyfti, sum Aksel V. Johannesen sendi í brævi í hvørt hús undan løgtingsvalinum í 2022

Ja til Russland: Javnaðarflokkurin svíkur skriftligt lyfti frá løgmanni

Løgmaður hevur givið øllum føroyingum eitt skiftligt lyftið, sum Javnaðarflokkurin í dag hevur brotið

Einasti samgongulimur í uttanlandsnevndini, sum er í móti at gera sáttmála við Russland, er Liljan Weihe úr Tjóðveldi. Javnaðarflokkurin er bakkaður og lopin frá einum skriftligum lyfti, sum Aksel V. Johannesen sendi í brævi í hvørt hús undan løgtingsvalinum í 2022

Sum tann síðsti av samgonguflokkunum hevur Javnaðarflokkurin nú eisini brotið vallyftið um ikki at gera nýggjan sáttmála við Russland um fiskivinnusamstarv.

– Tað var ikki ein samd uttanlandsnevnd, men tað var ein rímiligur meiriluti fyri svarinum. 

Soleiðis segði Bjarni Hammer, tingmaður fyri Javnaðarflokkin og formaður í uttanlandsnevndini hjá Løgtinginum vit útvarpið á middegi.

Spurdur um hann var partur av »rímiliga meirilutanum«, svaraði Bjarni Hammer, at tað er hann. 

Tað vil siga, at nú tekur Javnaðarflokkurin eisini undir við, at Føroyar gera fiskiveiðusáttmála við Russland.

Tað er beint í móti vallyftinum, sum Javnaðarflokkurin gav undan valinum, har Aksel V. Johannesen bant flokkin til ikki at gera tað í einum brævi, hann sendi í hvørt hús í landinum. Har skrivar Aksel V. Johannesen millum annað:

»Javnaðarflokkurin hevur havt og hevur framvegis ta greiðu støðu, at etiskt og moralskt er tað skeivt, at vit hava eina fiskivinnuavtalu við stýrið hjá Putin, meðan Russland er í álopskríggi í Ukraina. Eitt kríggj, har Russland hvønn dag drepur ósek fólk. Eisini sivil fólk harímillum børn. Og tað steðgar ikki her, tí Russland hóttir eisini, ikki bara Ukraina, men allan heimin við atomvápnum«.

Hetta lyftið, sum løgmaður persónliga hevur givið øllum føroyingum upp á skrift, hevur Javnaðarflokkurin brotið í dag.

Vit vita sjálvandi ikki, hvussu uttanlandsnevndarlimir hava atkvøtt. Men bæði Jacob Vestergaard og Bárður Nielsen hava verið púra greiðir og sagt, at teir eru fyri at gera nýggjan sáttmála. 

Annika Olsen og Sólvit Nolsø hava einki sagt.

Liljan Weihe og Jenis av Rana siga bæði, at tey eru ímóti.

Og nú sigur so umboðið hjá Javnaðarflokkinum, Bjarni Hammer, at hann eisini er fyri.

Staðfestast kann, at tað er greiður meiriluti í uttanlandsnevndini fyri at gera sáttmála við stýrið hjá Putin í Russlandi. 

Staðfestast kann eisini, at eitt skrivligt lyfti frá løgmanni til allar føroyingar er brotið.