Jacob Haugaard í Bassa-búna lumpaði Finn Nørbygård

Maskotturin hja Eik var miðdepil í einum skemtiligum innslagi á stórari partabrævamessu í Keypmannahavn fyrr í vikuni

»Tað kann bert vera Jacob«.

Soleiðis segði danski skemtarin, Finn Nørbygård, tá hann varð spurdur ein spurning á einum skemtiligum innslagi á stórari partabrævamessu fyri privatar íleggjarar í Keypmannahavn fyrr í vikuni.

Framman fyri Finn stóð maskotturin hjá Eik Banka.

Ein annar Finn, nevniliga Finn Danberg, undirstjóri í Eik, hevði spurt navnan, hvør mundi vera fjaldur inni í bassabúnanum. Um skemtarin kollgitti, skuldi hann vinna tilsamans 1.000 krónur og harvið meira enn tvífalda eina upphædd, ið Eik hevði sponsorerað til skemtaran at gera íløgur fyri.

Eftir at hava gitt gjørdi skemtarin bart, hálaði høvdið av Bassa ... og púra rætt. Har kom Jacob Haugaard til sjóndar við sínum eyðkenda brosi.

»Hej Finn«, segði hann.

Teir báðir skemtararnir eru sum kunnugt bestu vinmenn, og tí fekk Finn Nørbygård eitt ordans klemm frá vinmanni sínum.

Jacob Haugaard er sum kunnugt hálvur føroyingur og hálvur dani, og júst tað var ein boðskapur, ið Eik vildi hava fram á partabrævamessuni: Eik Banki hevur bæði virksemi í Føroyum og í Danmark.

Nú er Bassi kendur millum privatar íleggjarar í Danmark, og Finn Nørbygård, ið misti tað nógva av sínum ognum í IT Factory-gøluni, er vorðin 1.000 krónur ríkari?