Jákup á Borg: Eg verði ikki venjari komandi ár

Fyrrverandi venjarin hjá B36 hevur tikið avgerð, um ikki at verða venjari komandi kappingarár

Jákup á Borg hevur verið settur í samband við flestu feløgini í Føroyum, eftir at hann gavst sum venjari hjá B36 fyri eitt sindur meiri enn einum ári síðani. Hann hevur nú tikið avgerð um, at hann ikki verður venjari í 2022.

 

- Støðan er eitt sindur tann sama sum tá. Eg havi nógv at gera á arbeiðsplássinum og eftir eitt langt lív í fótbóltsverðini, so skyldi eg familjuni at raðfesta hana, sigur Jákup á Borg.

 

Hann hevur verið settur í samband við eitt nú NSÍ, AB og ÍF, umframt at hann hevur verið hjálparvenjari hjá EB/Streymi eitt tíðarskeið móti endanum av kappingarárinum í ár.

 

- Tað uppgávuna tók eg bara á meg, tí eg vildi hjálpa Jákup Martini Joensen. Eg eri glaður fyri tann áhuga, sum feløg vísa mær, men eg havi tikið eina avgerð, um at ikki verða venjari komandi ár, sigur Jákup á Borg.

 

Hann er í løtuni úrvalsvenjari hjá U15. Sostatt verður tað ikki Jákup á Borg ikki at síggja í Betri deildini komandi ár.