Jákup á Borg hevur fingið leikbann í tveir dystir, fyri at senda albogan eftir Atla Gregersen í fyrru hálvfinlauni í kappingini um Løgmanssteypið. B36 vann dystin 1-0.
Les eisini: Jákup á Borg "Eg leyp framav"
Tað var aftaná ein hálvan tíma, at Atli Gregersen brádliga lá á vøllinum. Hendingin fór framm langt frá har sum bólturin var. Fjórði dómarin sá hendingina og Jákup á Borg fekk beinleiðis reytt kort.
Jákup á Borg hevur síðani viðgingið, at talan var um hending til reytt kort. Hann vísti tó á, at hann bleiv provokeraður í støðuni. Hesum er kappingarnevndin samd í. Sambært punkt 4 í vegleiðingini um leikbann, so fær Jákup á Borg tríggjar dystir leikbann fyri harðskaps-atburð, men leikbannið verður stytt við einum dysti, tí hann verður ertraður í støðuni.
Vegleiðingin um leikbann:
4. LEIKBANN 3 DYSTIR
Verður givið fyri grov brot sum m.a.:
- at sparka ella sláa, um bólturin ikki er í spælið, ella um spælið fer fram aðrastaðni á vøllinum.
Sostatt verður Jákup á Borg ikki við í landskappingardystinum móti HB sunnudagin. Hann sat eisini yvir í 1-1 javnleikinum móti Víkingi 2. hvítusunnudag.