Jákup gleðir seg til stóru avbjóðingina

KÍ liðformaðurin visti ikki fyrr enn í dag, hvør nýggi KÍ venjarin er

Jákup B. Andreasen saman við Heðini Arge hjá Televarpinum

KÍ tíðindafundurin í sambandi við, at norski Magne Hoseth er settur at vera venjari hjá KÍ í 2023 og 2024, er liðugur.

 

Á fundinum vóru nógv tíðindafólk umframt KÍ stuðlar og onnur fótbóltshugað og áhuga í KÍ.

 

KÍ formaðurin Tummas Lervig greiddi frá, at nevndin hevur seinastu vikurnar fundast mest sum í loyndum, tí tað í Klaksvík verður fylgt so væl við í, hvat gongur fyri seg á loftinum, har fundarhølið hjá nevndini er.

 

-Vit hava viðhvørt hildið fundir í kjallaranum, har umklæðingarhølini eru, og so hava vit eisini fundast á netinum. KÍ nevndin visti nakað undan, at tað varð alment, at Mikkjal Thomassen hevði fingið nýtt venjaratarv.

 

KÍ liðformaðurin Jákup B. Andreasen var saman við fleiri liðfeløgum á tíðindafundinum, og hann er spentur til longu í næstu viku at hitta nýggja KÍ venjaran Magna Hoseth:

 

-Vit hava fylgt við í gongdini fram ímóti, at venjarin verður settur. Nevndin hevur kunnað okkum um, hvørjar dygdirnar hjá honum eru, men tað er ikki fyrr enn akkurát nú, at vit hava fingið at vita, hvussu nýggi venjarin eitur, so eg havi ikki havt møguleika at lesa og kanna honum viðvíkjandi. Tað fara vit at gera nú, og tað, sum vit nú hava hoyrt um hann, ljóðar heilt spennandi, sigur Jákup B. Andreasen. Uppgávan hjá Jákupi og Magna og KÍ er at endurvinna FM og at vinna KÍ í europeiskt bólkaspæl.

 

Jákup B. Andreasen saman við Heðini Arge hjá Televarpinum