Jákup, Martin og Sølvi vóru tvífaldir málskjúttar

TB legði fyri fjórðu ferð rygg til tap, sum er størri enn fýra mál

Víkingur hevur í góðveðrinum um vikuskiftið verið í Suðuroy. Nú teir rigga til at fara norður aftur í dýrdarveðrinum, er øll orsøk til gott lag. Í viðførini er trivaligur sigur. Víkingur vann 5-0. Hetta er fjórða ferðin, at TB leggur rygg til tap, sum er størri enn fýra mál. Tríggjar ferðir hevur TB tapt 4-0.

 

Liðformaðurin Atli Gregersen var leikbannaður, men tað tóktist ikki bila nakað, at stýrimaðurin ikki var á vøllinum.

 

Martin Kein Joensen, sum var undir liðini á Andreasi Lava Olsen í álopinum, setti hol á í fyrsta minutti eftir innlegg frá Olafi Bárðarson. Næstu løtuna hevði TB góða løtu, og tvær ferðir var talan um heilt góðar møguleikar, men tað eydnaðist ikki at skora.

 

So skrædnaði heilt, tí síðstu løtuna undan steðginum skoraði Víkingur trý mál. Í øllum førum varð spælt mest sum heilt inn á málstrikuna. Jákup Johansen stútaði eitt mál og stýrdi einaferð við fótinum bóltin í málið, og Martin Klein Joensen sendi við høvdinum bóltin í málið eftir horna úr vinstru.

 

Eitt lítið korter eftir steðgin økti Sølvi Vatnhamar um munin til 5-0. Uppleggið átti Andreas Lava Olsen, og tríggjar minuttir undan leikloki varð Sølvi Vatnhamar tvífaldur málskjútti, tá ið hann umsetti brotsspark til mál.

 

Stórsigurin ber við sær, at Víkingur av álvara styrkti um sína støðu á næstfremsta plássi. Tað eru 12 stig aftur til B36, sum er á triðja plássi. HB hevur møguleika at vinna triðja plássiði kvøld, tá ið NSÍ verður gestur í Gundadali, har fyrsta bríksl verður klokkan 19.

 

 

 

TB – Víkingur 0-6 (0-4)

 

0-1: Martin Klein Joensen

 

0-2: Jákup Johansen

 

0-3: Jákup Johansen

 

0-4: Martin Klein Joensen

 

0-5: Sølvi Vatnhamar

 

0-6: Sølvi Vatnhamar br

 

Dómari: Rani A. Skaalum

 

TB: Andreas Heggen – Dánjal Godtfred, Aron Sørensen, Ndende Adama Guéye, Samudeen Musah – Moro Ibrahim, Nikolei Johannesen – Philip Djordjevic, Andreas Midjord, Sascha Schmaiz – Kaspars Svarups

 

Víkingur: Sonni Højgaard – Bárður J. Hansen, Noah Mneney, Gunnar Vatnhamar, Ingi Jonhardsson – Jákup Johansen, Géza David Turi, Sølvi Vatnhamar, Olaf Bárðarson – Andreas Lava Olsen, Martin Klein Joensen