Jákup Thomsen skoraði hattrik

U21 landsliðsspælarin er í stórformi

Jákup Thomsen, sum er úttikin til føroyska U21 landsliðið, skoraði um vikuskiftið hattrik, tá U19 liðið hjá FC Midtjylland vann 4-1 á FC Nordsjælland í oddadysti í deildini.

 

Trýst á pílin á myndini fyri at síggja málini hjá Jákupi Thomsen

 

Øll trý málini koma eftir skjótálop, har Jákup Thomsen í einum føri rekur einsamallur og skorar, meðan hini bæði málini eru ordans áleypara mál, har hann sendur bóltin í málið eftir innlegg.

 

Føroyski áleyparin hevur fyrr víst góðar eginleikar frammanfyri málinum, tá hann millum annað skoraði móti Atletico Madrid í Youth Champions League.

 

Føroyska U21 landsliðið skal spæla móti Týsklandi og Eysturríki ávikavist 24. og 29 mars. Báðir dystirnir eru á útivølli.