Jam Session í Mojo Club

Skeinkistaðið, sum fyrr æt 11 Café & Nightclub, men sum síðani hevur skift navn til Mojo Club, fer at hava Jam Session í kvøld klokkan 20.

 

Orsøkin til navnabroytingina er at skilja caféina frá matstovuni.

 

Jam Session er eitt gott høvi hjá føroyskum tónleikarum at vísa síni kynstur og hugna sær saman. Jam Session var ein fastur partur av føroyska tónlistarpallinum, men hevur ligið stillt seinastu tíðina.

 

– Vit ætla at hava Jam Session sum ein fastan tátt her í Mojo Club, hvørt mikukvøld og sunnukvøld, sigur ein av eigarunum Remy á Kamarinum

.