Vestmanna: - Í dag verður meginparturin av arbeiðinum gjørt av maskinum, siga tær báðar royndu flakakvinnurnar.
Inni í pakkirúminum har teir arbeiða, er so mikið nógvur gangur, at ein hoyrir nærum ikki mannamál. Her er eisini rættiliga kølið, og tað kemur ikki av ongum.
Bæði Eyðbjørg og Hildigun hava tí latið seg í eftir umstøðunum, og kunnu nú ótarnaðar útinna teirra arbeiði, sum er at pakka raspað flak til útflutnings.
- Her er rættiliga kalt, tí her eru so nógvir frystarar. Og hurðin inn til frystarí’ið fer upp í heilum, so tú skilir, at vit mugu fara til arbeiðis í heitum klæðum, siga tær báðar.
So er gott at kunna sleppa inn í kaffistovuna til ein matarsteðg við millumbilum. Og tað var júst í einum slíkum steðgi, at tær steðgaðu á eina løtu, fyri at práta við umboð fyri tíðindatænastuna.
Henda mikudagin í farnu viku vóru tær báðar ídnu flakakvinnurnar farnar til arbeiðis klokkan 8, og endaði arbeiðsdagur teirra klokkan 4.
- Her er gott at vera, og her trívast vit eisini sera væl, siga tær báðar 62 ára gomlu flakakvinnurnar.
Burtur við flakavirkjunum
Fiskivinnan á landi er aftur til umrøðu her á landi. Fleiri røddir eru frammi og sjónarmiðini eru rættiliga ymisk:
Summi halda, at tað verður nærum eingi flakavirki her á landi um nøkur fá ár. Onnur duga als ikki at síggja eitt oyggjaland sum Føroyar uttan tey mongu og vælútgjørdu flakavirkini.
Spyrt tú tær báðar javngomlu flakakvinnurnar í Vestmanna um hetta málið, er eingin ivi um teirra svar: - Tað verður ringt við ongum flakavirkjum!
Røddir hava verið frammi, millum annað løgmaður, sum hevur sagt, at vanliga flakavinnan skjótt verður søga. Sambært Kaj Leo Johannesen verða stórar bygnaðarbroytingar at síggja í vinnuni, tí hon er ikki nýmótans og skapar heldur ikki tey virði, ið hon eigur.
Ein annar møguleiki, sum hevur verið nevndur er, at ein so at siga flytur flakavinnuna á landi umborð á flakatrolarar. Henda ætlanin undrar tær báðar vestmannakonurnar:
- Men, altso, - hvat skulu vit gera við øll hesi dugnaligu flakafólkini, um so verður? Hvar skulu tey fara - tí tað eru jú ikki øll ið hava eina útbúgving at hella seg til, siga Eyðbjørg og Hildigun samfeldar.
Óhepnar fylgjur
Tær báðar hava tosað seg heitar, tí skilligt er, at flakavinnan er eitt evni sum upptekur tær nógv. Og sum tær hava sína greiðu hugsan um.
- Tú mást skilja tað, at fiskivinnan er høvuðsvinna okkara. Ja, hugsa tær til, um nú eingin flakavinna var her á landi?
- Um tað hevði verið so, hevði tað fingið sera óhepnar fylgjur fyri alt samfelagið. So hevði alt steðgað upp, eru tær samdar um.
Alt kann ikki gerast og framleiðast umborð á einum trolara, eins og á einum flakavirki, har alt verður gagnnýtt til fulnar.
Eyðbjørg vísir á eitt dømi um hetta, sum var, tá ið eitt umfatandi verkfall rakti landið fyri ikki so nógvum árum síðani. Tá hendi tað, at arbeiðið á flakavirkjunum steðgaði, og at bátarnir eisini vórðu lagdir.
- Úrslitið sást beinanvegin: Eingin løn kom til landið, og tað var so galið, at tey ið fingu pensjón máttu bíða við at fáa hana útgoldna, tí eingin peningur var.
- Men tað sum gjørdi tað heila meiri álvarsamt var, at tingmenninir, teir fingu sína løn, meðan hini máttu bíða, greiðir Eyðbjørg álvarsom frá. - Er eingin fiskivinna, kemur heldur eingin peningur til landið, og tá steðgar alt upp. So einfalt er tað.
Primitivt
Tey árini, ið tær báðar, Eyðbjørg Og Hildigun hava arbeitt í føroysku flakavinnuni eru eisini stórar broytingar og rasjonaliseringar farnar fram.
Ein onnur sera týðandi broyting er tann effektiviseringin ið er hend hesi 33 og 22 árini. Tá var talið av arbeiðsfólkum nærum dupult so stórt sum í dag.
- Ja, tá var munur á. Alt var tyngri, tí alt skuldi bæði lyftast og berast við handamegi. Tað var sera primitivt, meðan tað í dag koyrir eftir einum transportbandi við teirri fúkandi ferð, vísa tær á.
- Arbeiðið er vorðið nógv lættari, men nú gongur tað eisini munandi skjótari, og nógv verður koyrt ígjøgnum á hvørji einastu vakt.
10 plattar
Eisini her á “raspdeildini” á Fiskavirking í Vestmanna eru broytingar hendar, hóast tær báðar, Eyðbjørg og Hildigun, gera eitt rættiliga fábroytt arbeiði, nevniliga at pakka raspað fløk í eskjur.
Hetta arbeiðið verður eisini í stóran mun gjørt við maskinum: Í fyrsta lagi umvegis flutningsbandið, sum koyrir flakið gjøgnum ta serstøku sósina og síðani gjøgnum raspið.
Tá fløkini eru raspað, fara tey beina leið inn í frystaran. Alt gongur sera skjótt fyri seg - tí tað ganga ikki meiri enn 65 minuttir, so koma fløkini út aftur úr frystaranum.
- Og so standa vit báðar bara her og pakka tað í eskjurnar, siga tær báðar Eyðbjørg og Hildigun.
Í eskjunum skulu vera 7 kilo av flaki, og verður tað síðani lagt á ein platt, ið kann taka 48 slíkar eskjur. Tær kunnu klára upp í 10 slíkar plattar eftir eini vakt, onkutíð fleiri.
- Tað ljóðar kanska eitt sindur óinteressant at standa soleiðis og pakka dag út og dag inn. Men okkum báðum dámar tað sera væl.
FAKTA
Eyðbjørg Olsen (62) úr Vestmanna
hevur arbeitt á flakavirki síðani hon var 29 ára gomul.
- Eg vildi sleppa út at arbeiða, og tá virkið var her í bygdini, var tað so upplagt at eg fór her, sigur hon.
Eyðbjørg hevur fyri tað mesta arbeitt inni á virkinum, men var í samfull 14 ár í kantinuni.
Hildegun Garðalíð (62) úr Vestmanna
hevur arbeitt her á virkinum, síðani byrjanina av 90’unum.
- Maður mín var timburmaður, og um hetta mundið byrjaði at minka við slíkum arbeiðum. Tá valdi eg at fara út at arbeiða, sigur Hildigun, sum annars hevði gingið heima, meðan børn hennara vóru smá.
Tað var ikki fremmant fyri henni at arbeiða í fiski, tí tað hevði hon gjørt í heimbýi hennara, Klaksvík, og fekk nú arbeiði sum feriuavloysari her í Vestmanna.
Seinni fekk hon fast starv, og tað hevur hon enn.
Vága-vaktin
Henda mikudagin í farnu viku, arbeiddu tær báðar, Eyðbjørg Olsen og Hildegun Garðalíð, á teirri sonevndu “Vága-vaktini”.
Hetta er ein vakt, har ein stórur partur av arbeiðsfólkunum koma úr Vágoynni. Ta vikuna møtti vaktin klokkan 8 og síðani til hús aftur klokkan 4. Í hesi vikuni arbeiða tær frá klokkan 4 til midnátt.
At vaktirnar soleiðis skifta hevur lítið at siga fyri tær báðar royndu flakakvinnurnar. Tær eru í roynd og veru glaðar um hetta.
- Tað er so deiligt at arbeiða í skiftandi vaktum, tí so fær ein gjørt ymisk ørindi fyrrapartin, tá ein skal til arbeiðis um kvøldið - til dømis fara til frisør, tannlækna og slíkt, siga tær báðar við einum brosi á kinn.