Í løtuni gongur alt sum ætlað, og hvørki James Blunt ella Voxbotn eru higartil rakt av koronavirus.
Rúni Djurhuus, sum fyriskipar bæði konsertina hjá James Blunt og Voxbotn í juni mánaði, sigur, at í løtuni er støðan óbroytt, men at nógv kann kortini broytast til ta tíð.
– Enn er einki broytt. James Blunt sigur, at hann bíðar eftir at vita, hvat annað skal henda. Vit hava til fyrst í juni, og tað nærkast sjálvandi, men tað er framvegis leingi enn. Sum er, er alt, sum tað skal vera, sigur Rúni Djurhuus.
– Tað er sama skil við Voxbotn. Alt koyrir víðari. Men sum sagt, tað eru góðir tveir mánaðir, og har kann nógv broytast.
Rúni Djurhuus leggur kortini aftrat, at hann væntar, at James Blunt konsertin verður útsett heldur ann avlýst, skuldi tað komið so langt.
– Eg havi sjálvandi samband við James Blunt, og broytist nakað, so verður tiltakið ivaleyst útsett í ein mánaða ella tveir. Øll konsertferðin hjá honum verður útsett, um so verður, sigur Rúni Djurhuus.