James Bond bil­ur til sølu fyri 26 mió

Kendi Aston Martin bilurin frá James Bond filminum »Gold­­fing­er« verður nú seld­ur fyri 26 milliónir krón­ur.

Aston Martin bilurin er til sølu við allari ser­út­gerð­ini. Tað merk­ir, at eitt nú ein fjald mask­in­byrsa fylg­ir við bil­­i­­num.
Tað er sveisiski mill­i­óning­ur­in, Thom­as Strau­mann, sum hevur sett bilin til sølu í Bret­landi.

Straumann keypti bilin í 2006 og brúkti síðani trý ár at seta bil­in í stand. Bil­­ur­in gjørd­ist kendur í film­u­­­num »Goldfinger« og »Thund­er­ball«, tá ið Sean Conn­­ery nýtti hann í sínum leik­­luti sum James Bond.

Eft­ir at Straumann keypti bilin fyri 2.7 mill­i­ón­ir dollarar (umleið 15 mill­­i­ónir krónur), á ein­ari am­er­i­kan­skari upp­boðs­sølu, hev­ur hann arbeitt um­leið 3000 tímar upp á bil­in, sum nú er sum nýggj­ur.

Straumann hevur hild­ið fast við eyðkendu ser­út­ger­ð­ina, sum Bond nýtti í film­unum, men hann hevur tik­­ið burtur kata­pult­setr­ið, sum Bond nýtti til at koyra ó­­ynskt ferð­a­fólk úr bil­inum við.