Jan Christiansen ikki tikið støðu enn

Hóast listin hjá Fólkaflokkinum til býráðsvalið í Havn helst verður gjørdur endaliga liðugur hesa vikuna, so hevur »The Grand Old Man« hjá Fólkaflokkinum í Havn, Jan Christiansen, ikki tikið støðu til, um hann stillar uppaftur hesaferð.

 

Jan Christiansen varð fyrstu ferð valdur í býráðið í 1984 og afturvaldur hvørjaferð til 2012. Árini 2001-2005 var hann borgarstjóri í Havn.

 

– Eg má bara viðganga, at tað er kommunalpolitikkur, sum liggur í blóðinum hjá mær. Og tá nú valið nærkast, so er tað ikki sørt av valfepuri í luftini, sigur Jan Christiansen.

 

Hann var ikki afturvaldur á seinasta býráðsvalinum seinast og viðgongur, at tá tú fyrst ert fallin, so er ringt at koma afturíaftur.

 

Tað vóru nú ikki persónligu atkvøðurnar einans, sum gjørdu, at Jan Christiansen ikki varð afturvaldur seinast. Hann fekk 193 persónligar atkvøður og nummar trý á listanum. Men tað gekk ikki so væl hjá Fólkaflokkinum, sum bara fekk sløk 16 prosent av atkvøðunum í Havn og  tí bara tveir býráðslimir.

 

– Eg hevði satt at siga roknað við at blíva nummar fýra og roknaði við, at flokkurin fór at fáa trý umboð vald. Men eg gjørdist nummar trý, men flokkurin fekk bara tvey umboð, sigur Jan Christiansen.

 

– Eg kann bara siga, sum tey plaga at siga, at eg havi fingið áheitanir um at stilla upp, og at eg havi hugsað um tað. Men eg havi ikki tikið støðu enn, sigur Jan Christiansen.

 

At býráðsarbeiði liggur í blóðinum hjá Jan Christiansen er týðuligt: Hann hevur sitið í 28 ár í býráðnum, harav fýra ár sum borgarstjóri. Pápi hansara, Petur Christiansen, sat í 20 ár í býráðnum og sum borgarstjóri í níggju ár fram til 1981.

 

Teir, sum vóru valdir fyri Fólkaflokkin á valinum í 2012 vóru:

 

Sjúrður Olsen: 310 atkvður

Bogi Andreasen: 259 atkvøður

 

Jan Christiansen á triða plássið fekk 193 atkvøður.

 

Flokkur

atkvøður

%

umboð

Javnaðarflokkurin

4.599

41,30%

7

Tjóðveldi

2.506

22,51%

3

Fólkaflokkurin

1.756

15,77%

2

Sambandsflokkurin

1.130

10,15%

1

Framsókn

649

5,83%

0

Miðflokkurin

287

2,58%

0

Sjálvstýrisflokkurin

208

1,87%

0