Jan er meira róligur

- Eg merkti væl á manni mínum, tá hann tók við sum formaður í Føroya Fiskimannafelag, at hann hevði nógv at seta seg inn í og nógv um at vera, men, sum tíðin er liðin, er hann vorðin meira róligur, sigur May í Túni Højgaard, sum er gift Jan Højgaard, felagsformanni

Toftir

 

Sosialurin hevur vitjað inni á gólvinum hjá hjúnunum, Jan Højgaard og May í Túni Højgaard, sum búgva við Regnaveg 9 á Toftum.

Vit sita í hugnaliga køkinum í húsunum, sum May keypti fyri nøkrum árum síðan, og sum tey bæði fluttu inn í, tá tey giftust 6. august í 2005.

May hevur sett gott og vælsmakkandi kaffi á borðið, og meðan vit práta, kemur gestur, sum hevur siglt í mong ár, tilvildarliga á gátt.

Jan Højgaard, sum tók hægri handilsskúlaprógv á Kambsdali á sumri í 2006, er formaður í Føroya Fiskimannafelag og May, sum tók læraraprógv í 1997, er lærari við Glyvra skúla.

Hetta er triðja árið hjá Jan sum felagsformaður, og May hevur undirvíst í skúlum hjá Runavíkar kommunu síðan 2001.

Maðurin er 44; konan 38. Tey eiga eingi børn.

 

Góður stuðul

- Eg stuðlaði manni mínum fult út, tá hann gjørdi av at stilla upp til felagsformansvalið, tí eg visti, at tað var hetta, hann vildi og brendi fyri. Hansara hjarta var hjá fiskimonnum, og tað var teir, hann vildi arbeiða fyri. Tá vit komu at kennast, vísti Jan seg eisini ógvuliga áhugaðan í fakfelagsarbeiði, samfelagsviðurskiftum og eisini í politikki. Hann var væl upplýstur, og eg var ikki bangin fyri, at hansara arbeiði sum formaður fór at stranda upp á, at vitanin og áhugin var ov lítil.

May sigur, at Jan í góðari tíð gav til kennar, at hann ætlaði sær at stilla upp til felagsformansvalið, og hann gjørdi ikki so lítið við at hava samband við skipsmanningar úr ymiskum heraðshornum.

- Tá formansvalið stundaði til, væntaði eg, at hann fór at klára seg nøkulunda. Tað vóru trý valevni, og eg dugdi ikki at meta um, hvør mundi fara at standa seg best. Vit vóru ógvuliga spent til valið, og tá avtornaði, gjørdist Jan fremstur. Eg var ovfarin og ógvuliga fegin hansara vegna, sigur hon.

 

Errin av Jan

Meðan vit práta, sigur Jan, at upprunaliga ætlanin hjá honum var ikki at stilla upp til seinasta felagsformansval.

- Málið var tá at stilla upp til valið um trý ár, men eftir fleiri áheitanir frá fiskimonnum úr ymiskum veiðibólkum og ymsastaðni úr landinum gjørdi eg av at stilla upp.

Tað var tað, sum Jan rópar baklandið, ið heitti á hann um at stilla upp í stundini, sum Jan tekur til.

- Eg hevði góðan hug, men ivaðist. Endin var, at eg læt meg stilla upp og vann valið í kapping við hini bæði valevnini Dan R. Petersen og Óla Jacobsen.

Hann dylur ikki fyri, at tað longu var, meðan hann gekk á FHS, at hann byrjaði at droyma um at gerast formaður í Føroya Fiskimannafelag.

- Hetta var eisini ein orsøkin til, at eg fór á Hægri Handilsskúla. Eg hevði eitt 10. floksprógv, sum ikki var nógv vert. Tí byrjaði eg aftur í 9. flokki, har grundarlagið varð lagt fyri FHS-próvnum og seinni HH-próvnum. Eg gekk soleiðis fýra ár í skúla út í eitt, sigur hann.

May sigur, at familja, vinir og kenningar hjá teimum báðum hava stuðlað Jan í starvinum sum felagsformaður.

- Jú, vit hava víst honum okkara stuðul, og eg eri stolt av at vera kona formannin í Føroya Fiskimannafelag, eins og vit í familjuni eru ikki sørt errin av hesum.

 

Róligari við tíðini

Vit spurdu eisini konuna, hvussu tað hevur ávirkað Jan, at hann seinastu árini hevur sitið sum fremsta umboð hjá føroyskum fiskimonnum.

- Eg merkti væl á honum, at hann hevði nógv at

seta seg inn í og nógv um at vera, tá hann tók við starvinum og fyrstu tíðina eftir. Men, sum tíðin er liðin, er hann vorðin meira róligur, sum May í Túni Højgaard tekur til.

Sjálvur ásannar Jan, at nógv var og framvegis er at seta seg inni í.

- Eitt er tey forrit, sum vit hava í bókhaldinum og í hagtalsskipanini í felagum. Annað og ikki minni týðandi eru øll tey viðurskifti, sum okkara limir og felag er fevnt av.

Jan ásannar, at hann framvegis hevur nógv at læra og nógv at seta seg inn í.

- Eg væntaði, tá eg tók við sum felagsformaður, at eg skuldi hava eini seks ár til at venda “skútuni”, sum hann tekur til.

Hann sigur, at hansara áhugi ikki minst liggur í teimum sosialu viðurskiftunum hjá fiskimonnum og sjófólki, og haraftrat eru onkrir sáttmálar og ymisk viðurskifti, sum kundu verið betri.

- Men í fyrsta lagi ræður um, at vit sum felag umboðandi okkara limir syrgja fyri, at verandi sáttmálar verða hildnir.

Felagsformaðurin fegnast um, at ALS-skipanin nú væntandi verður broytt til fyrimuns fyri hansara limir.

- Eg dugi væl at síggja, at neyðugar broytingar í ALS-skipanini, sum gera viðurskiftini hjá fiskimonnum betri og rættvísari, hava verið ein tungur burður hjá mínum undanmanni. Í stýrinum vóru fólk, sum arbeiddu ímóti neyðugum tillagingum, leggur hann aftrat.

 

Stillar uppaftur

Seint í heyst verður aftur høvi hjá monnum, sum vilja umboða fiskimenn, at stilla upp til felagsformansval í Føroya Fiskimannafelag.

Tað eru fimm sóknir/ skipsmanningar, ið kunnu stilla valevni upp, men verður einki mótvalevni, og sitandi formaður einki hevur ímóti at halda fram, verður hann sitandi í fyribils eitt skeið aftrat.

- Verandi formansskeið hjá mær gongur soleiðis út 1. februar í 2010, men eg kann longu nú siga, at eg eri til reiðar at taka eitt tørn aftrat.

Jan sigur, at hann hevur ongantíð angrað, at hann læt seg stilla upp, men hann ásannar kortini, at hann mangan hevur verið rættiliga troyttur.

- Í tíðarskeiðnum, eg havi verið formaður, havi eg líkasum eisini verið málsviðgeri hjá limum, sum á ymiskan hátt totalt eru dotnir niður ímillum í skipanini og ongan góðan hava sæð seg at hava. Hetta hevur kanska serliga verið vegna sjúku.

Hann sigur, at málið hjá honum er, at tað í størri mun verða onnur á skrivstovuni, sum koma at taka sær av málsviðgerð, soleiðis at hann sum felagsformaður fær betri stundir til at taka sær av øðrum viðurskiftum, sum felagið eisini arbeiðir við.

Eitt av teimum málum, sum hava kravt tíð og orku, er flytingin av tryggingarviðurskiftunum hjá fiskimonnum – úr LÍV og til danska felagið, ALKA.

- Arbeiðsorkan hjá mær røkkur ikki til allar tær uppgávur, sum felagið hevur, sigur Jan, sum annars sigur seg hava nøkur góð og dugnalig fólk á skrivstovu síni á Bryggjubakka.

 

Onkur mist móti

Jan hevur verið í nøkrum orrustum, síðan hann gjørdist formaður í FF, og longu tá hann hevði sitið í starvinum í minni enn eitt ár, legði hann allan fiskiskipaflotan, sum kom í føroyska havn. Hann hevur verið í drúgvum stríði um sáttmálar, og hann hevur í hesum sambandi eisini upplivað, at onkur av hansara limum hava vent honum bakið, tí teir hildu, at kósin var í so harðrend. Aftrat hesum og helst øðrum tingum, vit ikki eru vitandi um, er felagsformaðurin í minsta lagi eina ferð komin í ta støðu, at hinir limirnir í nevndini hava skrivað undir sáttmála, sum Jan ikki kundi taka undir við. Soleiðis kom hann í minniluta um eitt nú sáttmálan við JFK, sum eigur og rekur pelagiska skipið, Næraberg.

- Jú, tað er rætt, at onkur fiskimaður er vorðin eitt sindur frustreraður og kanska hevur mist mótið. Hinvegin havi eg í mínum starvi merkt, at eg havi flestu limir og stuðlar mínar “inntaktar”.

Jan vísir á, at flestu fakfeløg, sum eru komin nakran veg, sum hann tekur til, hava ført ein rættiliga kontantan fakfelagspolitikk.

- Vit eru noyddir at halda fast um teir sáttmálar, vit hava, og hetta gangi eg sum felagsformaður rættiliga høgt uppí. Eg haldi eisini, at onkur sáttmáli kundi verið eitt sindur betri enn í dag, og hetta eru viðurskifti, vit mugu taka upp við reiðararnar, sigur hann.

 

Samstarv í Samtak

Felagsformaðurin dylur ikki fyri, at hann er sera væl nøgdur við samstarvið, sum fakfeløg hava í Samtaki. Tað eru Føroya Arbeiðarafelag, Havnar Arbeiðsmannafelag og Føroya Fiskimannafelag, sum hava skipað seg og eru við í hesum samtaki.

- Eg haldi, at tað í alt ov stóran mun hevur eydnast at spjaða fakfelagsrørsluna – og ikki minst millum fiskimenn og arbeiðsfólk. Hetta hevur gjørt okkum nógv veikari.

Tá vit spurdu Jan Højgaard, um sjónarmiðini hjá arbeiðsfólki og fiskimonnum ikki kunnu vera torfør at sameina á summum økjum, eitt nú í sambandi við landingar í Føroyum og/ ella uttanlands og møguligari virking av fiski umborð á føroyskum skipum, sigur Jan:

- Sjálvandi kanst tú altíð finna sjónarmið og støður, sum ikki eru júst tey somu hjá øllum trimum pørtunum í samtakinum, men tað, sum ræður um, er at samstarva og standa saman um mál, sum eru felags og royna at finna gongdar leiðin í øðrum málum – leiðir, sum tæna arbeiðsfólki, fiskimonnum og samfelagnum í síni heild. Eg haldi, at Samtak er eitt stórt frambrot innan føroyska fakfelagsrørslu, og eg ivist onga løtu í, at vit saman framhaldandi fara at hava eitt gott samstarv.

 

Gjalda sjálvir

At enda spurdu vit Jan Højgaard, hvat hann heldur um, at ávísir politikarar nú eru farnir at tosa um, at almenna inntøkutrygdin skal leggjast út til partarnar á arbeiðsmarknaðinum – í hesum førinum fiskimenn og reiðarar at gjalda sjálvir.

- Nei, hesum taki eg slett ikki undir við. Inntøkutrygdin er onga krónu ov høg, og mín viðmerking til hesi sjónarmið er stutt ov greitt, at fiskimenn longu nú gjalda sína inntøkutrygd sjálvir. Hetta gera teir um skattin, leggur felagsformaðurin aftrat.