Jan fegnast um triðja sigurin á rað

(Ljóðsamrøða frá Rás2) Høvuðsvenjarin hjá HB er serliga fegin um fyrra hálvleik ímóti Skála í dag

Høvuðsvenjarin hjá HB, Jan Dam er sera fegin um tveir lutir, og minni fegin um ein lut aftaná 1-0 heimasigurin ímóti Skála á ovara vølli í Gundadali í Havn í dag.

 

Jan Dam fegnast um sigurin, og gongdina við trimum sigrum á rað í effodeildini, og hann er framúr væl nøgdur við fyrra hálvleik, har HB vísti seg frá síni bestu síðu, og skapti nógvar málmøguleikar. Jan Dam er minni væl nøgdur við seinna hálvleik, har hann heldur, at HB gav intiativið frá sær, og hann hann heldur, at HB var í løtum trýst í botn av Skála í seinna hálvleiki.

 

Jan Dam heldur, at tað er ein afturvendandi trupuleiki, serliga tá liðið hevur so nógvar málmøguleikar í fyrra hálvleiki, at teir ikki taka av, og seta tingini uppá pláss.

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Rás2 hevði við Jan Dam fyrr í kvøld.