KÍ spældi í Molde hóskvøldið trettanda Europa Cup dystin. Fyrsta altjóða uppgávan hjá klaksvíkingum var í 1992, tá ið teir spældu ímóti Skonto Riga. Tveir spælarar hava verið við í øllum trettan dystunum. Teir eru leikandi venjarin, Jan Joensen, og Harley Bertholdsen, sum eru ávikavíst 35 og 34 ára gamlir. Teir vórðu báðir útskiftir hóskvøldið. Jan Andreasen, sum er 30 ára gamal, hevur verið við í tólv dystum. Hann sat á beinkinum í Riga í 1992, men annars hevur hann verið á vøllinum í øllum hinum altjóða avbjóðingunum.
Úrtøkan tær trettan ferðirnar hevur verið ein sigur, ein javnleikur og ellivu tap. Samlaði málmunurin er 8-40. Á heimavølli er málmunurin 8-18. Á útivølli er hann 0-22. Tað vil altso siga, at KÍ hevur í Europa Cup spælt á útivølli í sjey ferðir hálvan annan tíma umframt tíðina, sum dómararnir hava lagt afturat, uttan at tað hevur eydnast teimum at skora.
Í tí eina førinum fram ímóti dystarenda hóskvøldið var tað um reppið, at frísparkið hjá Allani Joensen umvegis ein norskan fót fór í málið, men Eddie Gustafsson beindi bóltinum út til hornaspark - einasta hornasparkið hjá KÍ allar 93 minuttirnar!
Eftir dystarlok mintust klaksvíkingar aftur á farnu Europa Cup dystirnar, og tá vóru teir samdir um, at teir í Budapest í fjør vóru nærri at fáa mál, enn teir vóru hóskvøldið. Fram ímóti dystarenda ímóti Ujpesti, sum vann 1-0, sendi Hjalgrím Elttør í stólpan, og Ovi Nysted ætlaði í púra leysari støðu dygst undir málinum at beina bóltinum í málið við kroppinum, men ein mótstøðumaður kom ímillum og bjargaði á strikuni.
Olgar Danielsen, ið hóskvøldið sat á beinkinum sum hjálparvenjari, er framvegis toppskjútti bæði hjá KÍ og føroyskum fótbólti sum heild í Europa Cup. Hann hevur skorað fimm av teimum átta KÍ málunum. Talan var um fimm tey fyrstu málini, sum KÍ skoraði í Europa Cup. Allan Mørkøre hevur skorað tvey mál, og Kurt Mørkøre hevur skorað eitt mál.
Einasta sigurin higartil vann KÍ á heimavølli í 1995 ímóti Maccabi Haifa. Úrslitið var 3-2, og Olgar Danielsen skoraði øll trý málini. Einasti javnleikurin var á heimavølli í fjør, tá ið Allan Mørkøre skoraði bæði málini í 2-2 javnleikinum ímóti Ujpesti úr Ungarn. Størsta KÍ tapið í europeisku kappingini var, tá ið teir í Budapest í 1997 taptu 6-0 ímóti Ujpesti. Størsta tapið á heimavølli var í 1999, tá ið KÍ eftir tjúgu minuttir var aftanfyri 3-0 og at enda tapti 5-0 ímóti Graz úr Eysturríki.
Málverjarnir
Tá ið tosið hóskvøldið í Molde datt inn á, hvussu nógvar royndir einstøku spælararnir hava í altjóða høpi, vísti tað seg, at bara ein av spælarunum, sum hesa ferð var á vøllinum, ongantíð áður hevði spælt Europa Cup fótbólt. Tað var málverjin, Kartin Joensen, sum í Molde umboðaði KÍ í altjóða fótbólti fyri fyrstu ferð. Kartin hevur áður spælt altjóða fótbólt á yngru landsliðunum.
Kartin Joensen vísti hóskvøldið á tað merkisverda, hvussu nógvir málverjar hava vart KÍ málið í Europa Cup. Í 1992 var Jákup Mikkelsen málverji í báðum dystunum ímóti Skonto Riga. Í 1995 vardi John William Joensen málið í Haifa, og Gunnar á Steig vardi málið, tá ið Maccabi vitjaði á Svangaskarði. Í 1997 var Gunnar á Steig málverji í báðum uppgerðunum ímóti Ujpesti.
Í 1999 vardi amerikumaðurin Stevan Boyle KÍ málið í katastrofudystunum ímóti Graz úr Eysturríki, og í 2000 var jugoslaviski Zoltan Kujundic málverji báðu ferðirnar ímóti Reyðu Stjørnu úr Beograd.
Í fjør spældi KÍ í UEFA Cup ímóti Ujpesti, og tá var Meinhardt Joensen, sum nú er so mikið plágaður av skaða, at hann einki fær gjørt við fótbóltin, málverji. Hóskvøldið var Kartin Joensen sjeyndi KÍ málverjin í trettan Europa Cup avbjóðingum hjá klaksvíkingum.