Fyrrverandi vinnarin av Tour de France og higartil einasti týski vinnarin í stóru súkklukappingini, Jan Ullrich, viðgongur nú loksins, at hann hevði dopað seg. Haldgóð prógv eru komin fram um at hann hevði samband við stóra netið hjá doping-læknanum, Eufemiano Fuentes, og í gjar valdi altjóða ítróttardómstólurin, CAS, at útihýsa honum frá súkkling við tvey ára banni.
Eftir áralangar afturvísingar viðgongur Jan Ullrich nú loksins, at hann var dopaður - í øllum førum, at hann hevði tilknýti til Fuentes.
- Eg viðgangi, at eg hevði samband við Fuentes. Eg veit, at tað var ein stórt mistak, sum eg iðri meg um, skrivar Jan Ullrich á heimasíðu síni, og somuleiðis biður um fólksins fyrigeving.
- Eg vil gjarna biðja um umbering fyri gerðir mínar. Eg eri harmur um tað. Um eg líti aftur, hevði eg gjarna viljað havt gjørt tað øðrvísi ávís tíðarskeið á yrkisleið míni.
Jan Ullrich vann Tour de France í 1997 og var í mong ár argasti kappingarneyti hjá Lance Armstrong. Øll úrslit hansara frá 1. mei 2005 og frameftir eru nú strikað, og missir hann harvið eitt nú eitt triðja pláss í Tour de France í 2005 og sigurin í Sveis Runt í 2007.
Eftir hondini eru nógvir Tour de France-vinnarar feldir í dopingmisnýtslu. Nevnast kunnu menn sum Laurent Fignon, Bjarne Riis, Marco Pantani, Miguel Indurain, Floyd Landis og Alberto Contador, somuleiðis sum lutfalsliga stórir profilar sum Roberto Heras, Christophe Moreau, Stafano Garzelli, Manuel Beltrán, Iban Mayo, Erik Zabel, Richard Virenque, Oscar Pereiro og Alexander Vinokourov eisini eru lendir í sokallaðu dopingfelluni.