Jan vil hava hevnd móti Jákupi

Innanhýsis kapping um fimta plássið verður í kvøld, tá ið HB fær vitjan av fuglfirðingum

Tað er innanhýsis kapping um fimta plássið og harvið pláss í europeisku kappingini, sum er á skrá í Gundadali í kvøld. HB er trý stig undan ÍF, sum fyri fjórðingsári síðani vann 4-2 á heimavølli ímóti HB. Ta ferðina skorað Adeshina Lawal trý mál. Eftir at hava verið skaðadarvaður leingi, vísti Lawal í Klaksvík síðsta sunnudag, at hann er í toppformi.

-Vit eru øgiliga tendraðir, og avrikið og úrslitið í Klaksvík gevur okkum mót um, at tað enn einaferð skal bera til ímóti HB, sigur ÍF liðformaðurin Jan Ó. Ellingsgaard.

Avbjóðingin hjá ÍF venjarunum báðum er nú at fáa fuglfirðingar úr sigursrúsinum og upp aftur á dubbarnar:

-Royndirnar siga okkum, at tað er avbjóðing. Fyrr í ár vunnu vit 3-0 á útivølli ímóti TB, og so taptu vit 4-0 í steypakappingini ímóti KÍ á heimavølli bara nakrar dagar seinni. Hetta er størsti setningurin hjá okkum upp undir ólavsøku, sigur annar av ÍF venjarunum Jákup Mikkelsen.

Allir ÍF spælararnir eru tøkur at spæla í Gundadali í kvøld.

 

Fyrrverandi liðfelagin hjá Jákupi Mikkelsen á landsliðnum og í Herfølge, vinmaður hansara Jan C. Dam, er venjari í HB:

-Vit taptu so dyggiliga í Fuglafirði. Hetta er einasta ordiliga tapið higartil í ár. Nú hava vit møguleika at siga takk fyri seinast. Tað verður trupult, tí ÍF vísti sannførandi avrik ímóti KÍ, sum nógv rokna at vera komandi FM vinnara. Stóri trupulleikin hjá okkum er, at vit ikki fáa úrtøku burturúr møguleikunum, sum vit spæla okkum til. Málið er at røkka europeiskum plássi, og til tað skulu vit røkka 50 stigum, sigur Jan C. Dam.

Arnbjørn Hansen er skaddur, og tað er ivasamt, um Ari Mohr Olsen verður førur fyri at spæla. Tað er greitt, at Rókur av Fløtum Jespersen verður við aftur, eftir at hann varð skaddur síðsta sunnudag, tá ið HB vann 1-0 ímóti Skála í Gundadali.

HB-ÍF: Kári J. á Høvdanum í kvøld kl. 19.00.