Jannie hevur vunnið 100 FM róðrar við Jarnbardi

6-mannafør kvinnur: Tað er stórur dagur hjá henni, sum mannar og stýrir sigursvanda Jarnbard

Tað gekk, sum tað plagar, tá ið 6-mannafør við kvinnum kappaðust í Vestmanna, um tað ber til at tosa um kapping.

 

Jarnbardur vann øgiliga tryggan sigur. Tað vóru fleiri enn tíggju sekund aftur til næsta bátin, og tað vil siga, at í bátslongdum vóru tað einar fýra bátslongdir aftur til næsta bátin.

 

Heilt serligt fyri róðurin í dag var tað, at róðurskvinnan á Jarnbardi vann FM róður fyri 100. ferð við róðriða á Jarnbardi. Jannie Dam Jacobsen hevur í nógv ár verið ímyndin av manningini á Jarnbardi, sum hon á hvørjum ári mannar og stýrir. Áðrenn hon fór at stýra Jarnbardi hevði hon stýrt øðrum bátum, so samlaða talið av sigrum í FM róðrum hjá henni er væl hægri enn hundrað.

 

Jarnbardur við kvinnum hevur vunnið fleiri róðrar enn nakar annar kappróðrarbátur.

 

Hósvíkingur og Páll Fangi hava kappast um næstfremsta plássið. Í dag var eingin ivi. Hósvíkingur var tvær bátslongdir frammanfyri Páll Fanga, sum var greitt undan Lómi og Sjóherja.

 

 

 

##med2##

 

úrslit/rsf.fo