GOLF
Sum so ofta, var tað í skiftandi veðri, at kappast var um klubbmeistaraheitið í Tórshavnar Golfklubba um vikuskiftið á breytini Glyvursnesi. Fríggjadagin og serliga leygardagin var gott veður, men sunnudagin var rættiliga nógvur vindur.
Tá avtornaði, vann Janus Norðberg kappingina, og sostatt er hann óalmenni føroyameistarin í golf. Janus brúkti eitt slag minni enn Óskar Eiríksson, ið gjørdist nummar tvey, so teir báðir høvdu veruliga funnið góða formin frá Oyggjaleikunum aftur, tá teir í Álandi vóru við til at vinna Føroyum nógv besta golfúrslit nakrantíð.
– Eg hevði lagt mær eina ætlan fyri, hvussu eg skuldi spæla, og hana helt eg meg so til, tí tað helt eg vera tað besta, skuldi eg fáa stabilt spæl burturúr, sigur Janus Norðberg, sum hevði gott og væl eitt hálvt sett av jørnum við sær út á breytina.
– Tað eydnaðist eisini at fáa tað at ganga so nøkulunda eftir vild. Vit spæla tey níggju holini seks ferðir, og fýra av teimum seks ferðunum brúkti eg 41 sløg, so tað gekk rímiliga støðugt hjá mær. Viðhvørt eru marginalarnir við og viðhvørt ímóti, men eg kendi meg tryggan við tað, eg hevði sett mær fyri, og tað rakk so allan vegin hesa ferð, hóast tað gjørdist sera spennandi.
Spennandi spurtur
Lagt var til brots seinnapartin fríggjadagin, og tá tey 18 holini tann dagin vóru spæld, hevði Andreas F. Hansen lagt seg á odda. Hann hevði brúkt 80 sløg, sum er triðbesta avrikið á breytini á Glyvursnesi nakrantíð. Janus var tvey sløg aftan fyri hann, og síðani kom Óskar trý sløg aftanfyri.
Men dagin eftir stóð fast hjá Andreasi, ið endaði heilt uppi á 97 sløgum, ið kostaði honum nógv í kappingini, tí bara tann dagin vóru tað sjey, ið brúktu færri sløg. Tí bendi nógv á, at kappingin helst fór at standa millum Janus og Óskar, ið báðir vóru bestir við 86 sløgum.
So skuldi eisini vísa seg at verða, tí aftur sunnudagin var tað sera spennandi, og tá avtornaði, vóru Janus og Óskar javnir, hesa ferð við 87 sløgum, so tí gjørdist tað Janus, ið royndist drúgvari hesa ferð, tí hann hevði staðið seg betur fyrsta dagin.
Tann besti sunnudagin var annars Per Poulsen, ið brúkti 86 sløg, sum tryggjaðu honum eitt samanlagt triðja pláss, beint framman fyri Ragnar Isaksen, ið annars hevði vunnið Tórshavn Open-kappingina eina viku frammanundan.
Tilsamans vóru 19 spælarar við í kappingini um vikuskiftið, 17 mannfólk og tvey konufólk, og umframt at hetta var ein sjálvstøðug kapping, var hetta samstundis undankapping, ið skuldi avgera, hvørjir átta spælarar sleppa við til holspælsfinaluna, sum verður um hálvaaðru viku.
Spæla nógv meira
– Tað er hugaligt, at vit eru so nógv til eina kapping sum hesa. Og eisini er tað hugaligt at síggja, at framstig verða gjørd alla tíðina, sigur Janus Norðberg, ið serliga sipar til, at umstøðurnar á Glyvursnesi eru nógv betri, enn tær vóru á Vatnaskørðum, har Tórshavnar Golfklubbi hevði breyt fyrr.
– Á Vatnaskørðum var tann vansin, at vit ikki fingu spælt ta bestu tíðina á árinum, tí tá skuldi seyðurin hava sítt, sum rímiligt er. Men á Glyvursnesi hevur bóndin givið okkum loyvi til at spæla alt árið, og bara tað hevur víst seg at gera sera stóran mun.
Millum annað vísir Janus á, at meðan teir frægastu spælararnir fyrr lógu niður ímóti 20 í handikappi, liggja teir nú niður ímóti 10. Og tað er rættiliga stórur munur eftir so fáum árum.
– Hóast tað kann tykjast eitt sindur tilvildarligt, tá bólturin kann raka túgvur, grót ella enntá okkurt seyðasparl, so hann skiftir kós, er hugurin góður, og síðani vit komu út á Glyvursnes, hevur verið spælt nógv, sigur nýklakti meistarin.