Janus gav Ingálvi íblástur

Yrkingin hjá Janusi Djurhuus "Gjøgnum tíð og rúmdir" gav íblástur til málningin hjá Ingálvi av Reyni við sama heiti. Her greiðir Ingálvur sjálvur frá:

Djúpt í mínum huga,
har alfjarar øldir húsast,
djúpt í mínum huga,
har fornfedra fjøldir durva,
drálar ein sangur.

?Soleiðis byrjar skaldið J.H.O. Djurhuus stórbaru yrking sína ?Gjøgnum tíð og rúmdir".
Hendan yrking kom í heilum fram fyri meg, tá eg málaði hendan málning, og tí gav eg honum hetta heiti.
Skaldið sær fyri sær bæði summarið við einum fleyri og lýggjum loti og veturin við øgiligum brimi og skakandi stormum.
Hann hoyrir fuglar láta fagurliga, men eisini hoyrir hann allan mannagrát, nøtran og neyð mansins.
Í songinum skiftir lív og deyð. Yrkingin gav mær íblástur og eggjan, meðan eg málaði, men ikki royndi eg nakrantíð at endurgeva hana beinleiðis"

Ingávlur av Reyni, 25.10.04