Bóndin í Norðragøtu, Janus Joensen, hevur saman við familju síni og aðrari góðari hjálp bygt sær nútímans fjós beint norðan fyri verandi fjósi í Gøtudali. Gamla fjósið er umleið 300 fermetrar stórt og nýggja fjósið, sum nú verður tikið í brúk, er stívliga 1500 fermetrar. Í gamla fjósinum eru 42 básar til mjólkneyt, og í nýggja eru 73.
Bæði mjólking og fóðring verða sjálvvirkandi í nýggja fjósinum í Gøtudali, eins og í nøkrum øðrum fjósum kring landið.
Mjólkirobotturin er av sama slag, sum tann í nýggja fjósinum á Viðareiði og soleiðis er hesin ein nýggjari útgáva, sum eisini arbeiðir skjótari enn robottarnir í øðrum fjósum, sum vórðu bygt nýggj ella dagførd fyri nøkrum árum síðan.
Tað var hin 1. januar í ár 2000, at Janus Joensen formelt gjørdist festari á garðinum í Gøtudali, sum abbi konu hansara festi einaferð miðskeiðis í sjeytiárunum.
- Síðan eg festi, havi eg vaksið um mjólkarkvotuna, sum í byrjanini var á 220 tons. Kvotan er nú 600 tons um árið, og eg miði eftir at hava eina kvotu á umleið 700 tons innan stutta tíð. Tað hevur eydnast mær at keypa kvotu ymsastaðni úr landinum, har bøndur, sum kanska ikki høvdu so stóra kvotu, seldu.
Janus Joensen heldur fyri, at nú eru ikki so nógvir smáir bøndur eftir at keypa frá.
Tað mesta av einum ári hava nøkur neyt hjá Janusi Joensen verið í nýggja fjósinum á Viðareiði, har tær líka sum hava lært seg at mjólka í nýggja robottinum. Tað var eisini vorðið trongligt í fjósinum í Gøtudali, og samstundis kundi Janus Joensen selja kvotuna, sum hesar kýr standa fyri, í eina tíð, meðan bíðað hevur verður eftir nýggja fjósinum.
- Eg fái neytini aftur av Viðareiði, nú nýggja fjósið verður tikið í nýtslu, og tað verða helst hesi neytini, sum fara at ganga undan, tá nýggi mjólkirobotturin skal fáast upp at koyra. Jú, tað verður spennandi at taka fjósið og nýggju tøknina í brúk, tí neytini hava verið mín áhugi alt mítt arbeiðslív, sigur bóndin.
Janus Joensen væntar, at tað verður eitt heilt annað lív at vera bóndi, nú nútímans fjósið verður tikið í brúk. - Eg byrjaði at grava út í mars mánaði í 2019, og nú stendur nýggja fjósið liðugt, sigur bóndin og festarin í Gøtudali.