Janus Rein hevur ongar ætlanir um at lata tingsessin frá sær, nú hann hevur valt at gerast uttanflokkatingmaður. Tað ger hann greitt, nú umboð fyri Framsókn rógva fram undir, at tingsessurin hjá Janusi Rein skal latast flokkinum aftur.
Yvirlýsingin broytir ikki mína støðu. Orsøkin, til at eg fór úr Framsókn, var ikki politisk ósemja, men at samstarvið millum formannin og meg als ikki hevur verið nøktandi í longri tíð. Sum eg boðaði frá, tá ið eg fór úr flokkinum, fari eg framvegis at vera trúfastur móti teimum málum, sum mínir veljarar valdu meg á Føroya Løgting at virka fyri. Hetta var ein trupul avgerð fyri meg, ið eg eisini harmist um. Eg havi ikki hug at fara út í eitt alment eljustríð við formannin í Framsókn, sigur Janus Rein, sum nú er uttanflokkatingmaður, í stuttari viðmerking.