Trý japonsk hvalaveiðiskip og eitt móðurskip eru nú á veg suður á leiðirnar við Antarktis at veiða hval.
Japanska fiskimálaráðið hevur gjørt av, at skipini kunnu veiða 935 sildrekar og 50 nebbafiskar, og roknað verður við, at skipini fara heimaftur síðst í mars mánað.
Japanar hava ikki sagt, nær skipini fóru úr Japan, ella hvar tey eru stødd, fyri at felagsskapir sum Greenpeace og Sea Shepherd ikki skulu órógva tey. Japanar sleppa tó neyvan so lætt kortini, tí Sea Shepherd hevur sent skip til Suðuríshavið, og formaðurin, Paul Watson, hevur sagt, at tey fara at gera alt fyri at steðga teimum japonsku skipunum.