Jarðskjálvti rakti Suðurgrønland

- Fleiri støðir í Grønlandi kundu staðfesta jarðskjálvtan, og hann er eisini staðfestur á altjóða mátistøðum.

Seinasta fríggjakvøld varð Suðurgrønland rakt av einum jarðskjálvta.

 

Tað váttar GEUS (De Nationale Geologiske Undersøgelser for Danmark og Grønland) yvirfyri grønlendsku heimasíðuni - www.sermitsiaq.ag

 

Á kortinum oman fyri sæst, hvar jarðskjálvtamiðdepilin var.

 

Sambært GEUS var jarðskjálvtin seinasta fríggjakvøld klokkan 20.41, og hann varð skrásettur til 3,6. 

 

Hetta er ikki nógv í mun til hørðu jarðskálvtarnar, vit hoyra um aðrastaðni, sum oftast liggja millum 6 og 9.

 

- Fleiri støðir í Grønlandi kundu staðfesta jarðskjálvtan, og hann er eisini staðfestur á altjóða mátistøðum.

 

Tað upplýsir jarðfrøðingurin og granskarin, Trine Dahl-Jensen, yvirfyri grønlendsku heimasíðuni.

 

Sambært henni verða jarðskjálvtar javnan staðfestir í hesum øki í Grønlandi, og síðan 1980 hava teir verið 24 í tali.

 

Trine Dahl-Jensen sigur tað vera ógreitt, hvør beinleiðis orsøkin til hesar jarðskjálvtar í Suðurgrønlandi er.