Á Jarnbardi eru tær sera væl fyri

6?mannafør kvinnur: Hóast sigurin var sannførandi, so rokna tær á Jarnbardi við og vóna, at tær fara at fáa stóra kapping frá hinum manningunum

Eftir venjingina mánakvøldið vóru tær á Jarnbardi og sóu sjónvarpsupptøkuna av róðrinum, sum tær luttóku í leygardagin. Tá kundu tær við egnum eygum staðfesta, at tær vunnu ein sera rudduligan sigur. Soleiðis sum róðurin myndaðist er ilt at fá eyga á, hvør skal hótta FM vinnararnar í fjør og í 1998, Jarnbard:

? Hesa ferð gekk sera væl. Vit komu eina hálva bátslongd framum hinar bátarnar longu í startspurtinum, og tað er altíð lættari at rógva, tá tú er frammanfyri hinar, enn tað er at rógva, tá tú skalt stríðast fyri at fáa fatur á teimum, sum eru frammanfyri.

Hetta sigur Rannvá Ingvarsson. Hon er bátsformaður umborð á Jarnbardi. Manningin umborð á Jarnbardi er mest sum tann sama sum í fjør. Tær hava fingið eina nýggja umborð, men hon hevur áður róð við 5?mannaførum.

Tá vit spyrja, um móttøkan var stór, sum tær fingu, tá vinnarabáturin kom aftur til Havnar, heldur bátsformaðurin, at tað kann ikki sammetast við tað, hon áður hevur upplivað:

? Eg róði í 1991 og í 1992 við Hvassa á Oyri. Tá vunnu vit onkra ferðina, og tá var øll bygdin og tók ímóti okkum, tá vit komu aftur. Í Havnini eru fleiri róðrarfeløg og nógvir bátar, so tað verður ikki heilt tað sama.

Jarnbardur vann í fjør allar róðrarnar, og við róðrinum leygardagin í huga er tað upplagt at spyrja formannin á Jarnbardi, um hon heldur, at tær aftur í ár fara at vinna hvørja ferð:

? Tað fært tú meg ikki at siga. Eg vóni, at vit fara at fáa harða kapping, og eg rokni eisini við, at bæði Hvessingur, sum ikki fekk so góðan start á norðoyarstevnu, og nýggi báturin Gongurólvur fara at kappast við okkum. Tað skuldi heldur ikki undra, um onkur av hinum bátunum eisini fer at standa seg betri, heldur Rannvá Ingvarsson.


Vant alla tíðina

Tær umborð á Jarnsbardi hava ikki hildið nógv frí frá kappróðri, síðani tær vunnu á ólvasøku í fjør:

? Í September fóru vit so smátt at fyrireika okkum til ferðina niður til Scillyoyggjarnar. Vit vandu konditión og styrkisvenjing í allan vetur. Fyrst í hesum árinum fóru vit at venja í giggini. Fyrst í mai fóru vit umborð á Jarnbard, so vit eru væl fyri, sigur formaðurin umborð á Jarnbardi.

Umborð á hinum bátunum hava tær sjálvandi ikki vant so nógv. Tí kann tað kanska hugsast, at munurin frá Jarnbardi og aftur til teir næstu ikki fer at verða so stórur næstu stevnurnar, sum hann var á norðoyarstevnu. Men tað er einki at ivast í, at tær umborð á FM bátinum frá í fjør fara at vera sera drúgvar.ysa truplar spurningar og vandamál, men vánaligt kjak ? klandur ? loysir ikki úr góðum.

Á síðu 4 í bóklinginum eru nevndar 5 ásanningar, sum fekk verandi samgongu »at seta kós móti føroyskum fullveldi«. Ein av hesum ásanningum er, at vantandi vit um og ávirkan á tað, sum hendir í okkara egna landi ? serliga í okkara fíggjarheim ?, var orsøkin til, at samfelagið fór so rúkandi á heysin, og at »kreppan fyrst í nítiárunum gjørdist so hørð«.

Álvaratos, er hetta ikki at undirmeta ta vitan og tey ráð og tær ávaringar, sum okkara politikarar í eini 35 ár hava fingið frá Búskaparráðnum og Det økonomiske råd? Og ársfrágreiðingarnar frá landsstýrinum/ ríkisumboðnum í eins nógv ár: Er eingin dygd í teimum?

Nei, tað sanna man vera, at tær mongu løgtingslógirnar ? kanska einar 80 í tali ? við ongum kunngerðum ella reglugerðum um landskassaveðhald, landskassaútlán og landskassastudning til skip og virki máaðu burtur støðið undir tí føroyska búskapinum. Tær drenaðu landskassan og kostaðu skattaborgarunum milliardaupphædd. Hesar løgtingslógir vórðu jú eisini settar úr gildi, meðan kreppan leikaði á av tí harðasta. Hetta og onnur eyðmýkjandi tiltøk er ætlandi triðja orsøkin til, at samgongan setti »kós móti føroyskum fullveldi«: »Vit ásannaðu, at føroyskir myndugleikar vórðu tiknir av ræði hesi árini«.

Ella vóru kanska aðrar orsøkir til, at kreppan »gjørdist so hørð«? Blokkurin?! Men hann kom ikki fyrr enn í 1988 við avtalu 9. mars 1987 millum landsstýrið og stjórnina. Undir punkt 4 í avtaluni er tilskilað, at »Færøernes hjemmestyre kan inden for rammerne af gældende lovgivning frit disponere over bloktilskuddene«.

Tað hevði verið áhugavert at fingið at vita, hvat ið teir báðir løgmaður og statsministarin løgdu í orðingina »inden for rammerne af gældende lovgivning«. Hugsaðu teir um lógirnar við relatión til tey fimm ministeriini, nevnd undir sama petti í avtaluni, ella hugsaðu teir bara um lóglýdni í vanligum týdningi?

Teir eru báðir enn í góðum árum.


Heri Mohr   



Fíggjarlógaruppskot fyri árið 1947.

Samandrigið.


1. DEILD


Inntøkur:

1. §. Skattur, tollur og onnur almenn gjøld6.400.000

2. §. Vinningur av rakstri ríkisstovnanna500.000

3. §. Inntøka av virðisbrøvum o.ø.50.000

????????

6.950.00

????????


II DEILD


Útreiðslur:

4. §. Hægsta stjórn landsins48.000

5. §. Løgtingið122.000

6. §. Stjórnmálarráðið402.000

7. §. Løgreglumál376.000

8. §. Dómsmál118.000

9. §. Lækna- og heilsumál1.203.000

10. §. Samgongumál1.382.000

11. §. Skúla- og mentamál1.353.000

12. §. Kirkjumál200.000

13. §. Vinnumál354.000

14. §. Sosial mál1.079.000

15. §. Ymiskar eftirlønir og studningar35.000

16. §. Til at taka278.000

?????????

6.950.000

?????????