Jarnbardur sá gult

6-mannafør kvinnur: Men tað skalaði ikki avrikið, sum bar sannførandi sigur við sær

Tað gekk, sum tað gjørdi á norðoyastevnu og tað gekk á sundalagsstevnu, tá ið 6-mannaførini við kvinnur kappaðust á jóansøku.

 

Jarnbardur sá gula kortið, tí myndugleikin segði, at hann ikki hevði hildið seg til geilina, sum hann var settur at rógva á. Men tað skalaði ikki avrikið. Jarnbardur var so langt undan hinum bátunum, at tað er øgiliga ilt at ímynda sær, at tað verður nøkur kapping um FM heitið.

 

Hósvíkingur, sum eisini fekk gult kort fyri at stýra skeivt, var aftur í dag næstfremstur. Um næstfremsta plássið var tað kapping, tí Tvørabáturin var eina lítla bátslongd frá Hósvíkingi.

 

1 Jarnbardur (RK)05:23.46+00.007 
2 Hósvíkingur (HVR)05:39.17+15.716 
3 Tvørabáturin (FSR)05:41.21+17.755 
4 Fortuna (VÍF)06:11.12+47.664 

 

 

 

 

 

1 Jarnbardur (RK)321 
2 Hósvíkingur (HVR)317 
3 Tvørabáturin (FSR)29 
4 Fortuna (VÍF)27 
5 Glyvrabáturin (NSÍ)16

 

 

 

https://rsfurslit.fo/