Jarnbardur vann við nógvum bátslongdum

6-mannafør kvinnur: Glyvrabáturin var næstfremst í fyrstu royndini í hesum árinum

Á norðoyastevnu var tað bara Hósvíkingur, sum royndi at bjóða Jarnbardi av. Á sundalagsstevnu í dag vóru tað tríggir bátar aftrat, sum bjóðaðu seg fram.

 

Vinnarin var tann sami, sum vann á norðoyastevnu. Jarnbardur hjá Róðrarfelagnum Knørri vann aftur í dag sera sannførandi sigur.

 

Í sjálvum startinum var Hósvíkingur fremstur, men tá ið startspurturin var av, var Jarnbardur fremstur, og á málinum var Jarnbardur níggju sekund undan næsta bátinum. Næstfremst í dag var Glyvrabáturn, sum ikki var við á norðoyastevnu. Glyvrabáturn var tað mesta av sjey sekundum frammanfyri Hósvíking.

 

1 Jarnbardur (RK)05:09.29+00.007 
2 Glyvrabáturin (NSÍ)05:18.34+09.056 
3 Hósvíkingur (HVR)05:25.13+15.845 
4 Tvørabáturin (FSR)05:29.13+19.844 
5 Fortuna (VÍF)05:38.14+28.853

 

 

 

https://rsfurslit.fo/