Eftir valið 7. juli 1994 stuðlaði Sambandsflokkurin honum í at royna flogið í samgongusamstarvi, men eingin stirðil var í, veingirnir bóru ikki.
At Javnaðarflokkurin sum landsins størsti flokkur fyrst í nítiárunum soleiðis fór upp í rak, komst av teimum revsingartiltøkum, sum floksins egnu stuðlar settu í verk vegna ta vanstýring, flokkurin hevði ábyrgdina av. Og slíkt er eindømi í øllum heiminum. Eisini tá hugsað verður um, at revsararnir royndust enn verri í politikki og nú leita aftur í tað bølið, teir komu frá.
Soleiðis talar góðskan í fylking Javnaðarfloksins nú til løgtingsvalið fyri seg sjálva, og politiska virksemi floksins hesi bæði seinastu árini hevur eyðsýnliga verið landi okkara til miklan skaða. Tað gongur sjón fyri søgn av teirri skriving, málgang floksins, Sosialurin, hevur borið fram um marknatrætuna við bretar, har blaðið allastaðni við atfinningum móti støðutakan landsstýrsins gongur ímóti áhugamálum føroyinga og ger seg til tíðindablað breta. Dømini eru ov nógv at nevna í stuttari blaðgrein, men øll eru til taks, um nakar er í iva, nú kvirt hevur verið um marknatrætuna nakað leingi.
Kvirran í marknatrætumálinum kemur av, at Javnaðarflokkurin hevur funnið annað mál, bankatrætumálið, har hann kann skaða landsins sitandi stýri, so liggur vertin á, at alt Føroya fólk verður rakt, og naggatódn kemur í hesi stórmál, sum bæði enda í rættarsak, soleiðis sum Javnaðarflokkinum dámar best.
Og bankamálið er, sum øll vita, krypilsungi Javnaðarfloksins frá 1992/93, og henda vend, málið nú hevur tikið, síðan formaður Javnaðarfloksins varð valdur á fólkating, og blóðspillan millum javnaðarflokkarnar báðar tók dik á seg, tá formansvalið í fólkatinginum varð avgreitt, er Føroyum til alstóran skaða.
Seinasta hendingin, nú Poul Nyrup Rasmussen, hamskiftur orsakað av illstøðuni við Jóannes Eidesgaard háðar Føroya Landsstýri við størstu vanvirðing, minnir júst um Mogens Lykketoft, sum í 1992/93 eyðmýkti táverandi løgmann, Maritu Petersen, sum varð noydd at lýða harraboð og kyssa miskunnarleysa koyril danska fíggjarmálaráðharrans.
Bankatrætumálið er nú endað í einum sakarmáli orsakað av politikki Javnaðarfloksins síðan fólkatingsvalið, og breiðkjaftaða semjan um, at »vi skal tale sammen, se fremad i gensidig respekt« o.s.fr. er traðkað undir fót av javnaðarflokkunum báðum. Tað er sera ivasamt, um eitt sakarmál (dómarakanning) er góð loysn fyri okkum tí
1.Táverandi løgmaður, Marita Petersen, góðkendi partabrævabýtið treytaleyst samsvarandi tilmæli búskaparráðsins greitt tilskilað uttan mun til sanna virðið av partabrøvunum í Føroya Banka. Koyrilin hjá Mogens Lykketoft dugir ikki sum umbering í einum sakarmáli.
2.Vit hava her á landi dóm fyri, at eingin kann siga seg tiknan við nøsini, tá ein sjálvur hevur havt fullan kunnleika og málsinnlit.
Hetta er árvarsliga støðan í dag, og allan vegin sært tú slóð Javnaðarfloksins fimtan ár aftur í tíðina, tá annars dugnaliga leiðsla floksins misti tamarhaldið. Og tað er eingin trappuskápspolitikkur, ið byggir hesum landi borð fyri báru, hóast løgtingsvalevni Javnaðarfloksins geyla av øllum alvi, at Javnaðarflokkurin er til reiðar at taka við landsins leiðslu. Sporini eiga at ræða allar føroyingar og minna á, at jarnbrot úr tonglatilfari er svikaligt amboð.
Lopra tann 12. apríl 1998
Jákup Jeonsen
løgtingsmaður