Bjørt Samuelsen
Framsøgufólk í arbeiðsmarknaðarmálum, Tjóðveldi
Púra óneyðugt, verður stórur partur av samfelagnum lagt lamið, tí Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, ikki hirðir at samráðast við Pedagogfelagið. Allir aðrir partar vísa ein góðan vilja, at finna semju. Onnur fakfeløg vísa sín greiða stuðul. Og krúllan er einføld at greiða, tí krøvini eru bæði rímilig og moderat.
Fakfeløgini undirgravast
Við sitandi samgongu, eru lunnar lagdir undir eina niðurlaðing av fakfeløgnum. Tað gongur sjón fyri søgn. Uttan nakað sum helst samskifti ella samráðingar við fakfeløgini, varð fyrst farið eftir pensjónsskattinum. Síðani vórðu hesir pengar nýttir at fíggja ein skattalætta, sum ikki gevur eitt oyrað til tey, við lágu inntøkunum.
Fakfeløgini, sum umboða tey lágløntu, høvdu tí hesaferð við allari rímiligheit kunnað gjørt krav uppá stóran lønarvøkstur, fyri at royna at fyribyrgja einari skjóttvaksandi gjógv ímillum hálønt og láglønt. Men, tað gjørdu tey ikki. Og kravið frá Pedagogfelagnum snýr heldur seg ikki um órímiligan lønarvøkstur. Tað snýr seg um pláss fyri fakligari menning, og fyri at kunna gera sítt professionella arbeiði til lítar.
Forðar fyri semju
Kommunala arbeiðsgevarafelagið - sum varar av nógv flestu arbeiðsplássunum innan pedagogiska økið - sigur seg vera til reiðar at finna eina loysn. Pedagogfelagið hevur í fleiri vikur bankað uppá dyrnar.
Men, í glasborgini á Argjum situr ein landsstýrismaður, sum ikki tykist órógvast tað stóra av, at børn við serligum tørvi, ikki sleppa í skúla. At foreldur ikki sleppa til arbeiðis. At samfelagið alt, koyrir í slow-motion, við stórum framleiðslumissi. Og, sum uttan iva heldur tað vera í fínasta lagið, at verkfalskassar hjá fakfeløgum verða tømdir.
Ilt er at skilja, at løgmaður og samgongan lata sær lynda hesa arrogansu. Tí ósemjan millum partarnar er alt ov lítið til, at tað kann forsvarast, at stórur partur av samfelagnum verður lagt lamið. Hetta eigur ikki at verða góðtikið so mikið sum ein tíma afturat!