Tað sæst í viðgerð av málinum á seinasta býráðsfundi hjá Tórshavnar býráð. Har stendur, at hetta merkir, at um fjarhitaleiðingar skulu leggjast, verður neyðugt at fáa til vega áleið 9 mió. kr. til prosjektering, keyp av tilfari, grevstur vm.
– Í sambandi við verkætlanina at leggja fjarhitaleiðingar frá á Hjalla til vinnustykkini og stórhøllina við Tjarnir verður neyðugt at heimila umsitingini at samráðast við Fjarhitafelagið um tær kommunalu leiðingarnar, stendur í fundarfrágreiðingi.
Har sæst eisini, at tekniski stjórin, býararkitekturin og býarverkfrøðingurin mæla til at:
– Játtaðar verða 9 mió. kr. av kontu 6975 Byggibúning ídnaðarøki (íløgur) inn á konto 6975, L69004 Vinnuútstykking á Ovara Hjalla,
– heimila umsitingini at samráðast við Fjarhitafelagið at leggja aftur fyri nevnd,
– og beina málið í býráðið til tvær viðgerðir umvegis fíggjarnevndina.
Hetta varð einmælt samtykt á býráðsfundinum hósdagin.
##med2##
Málið varð samtykt á býráðsfundi 29. februar og aftur við aðru viðgerð býráðsfundi hósdagin.
##med3##