Í dag, 23. januar, eru liðin 80 ár síðani, at Føroya Javnaðarflokkur fyri fyrstu ferð varð valdur á Føroya Løgting
Tá Jóannes Eidesgaard í morgun kl 10 sessast saman við Kaj Leo Johannesen og Jørgen Niclasen at røða um nýggja samgongu, verður valla bert borðreitt við rundstykkum. Teir fáa uttan iva lagkaku, tí í dag hevur Javnaðarflokkurin ein rundan dag.
Tað var tann 23. januar í 1928, at Petur Mohr Dam á Tvøroyri og Mourentius Viðstein í Havn sum teir fyrstu vórðu valdir á ting umboðandi Javnaðarflokkurin, sum varð stovnaður stutt frammanundan.
Javnaðarflokkurin fekk við valið í 1928 10,6% av atkvøðunum og tveir tingmenn valdar. 23 ferðir hevur flokkurin stillað upp til løgtingsval síðani tá, og undirtøkan hevur verið millum 10,5% og 28,1%. Slakasta árið var 1932, meðan tað besta árið í prosentum var í 1946 ? beint eftir fólkaatkvøðuna um loysing, tá kongur hevði skrivað út nýval.Tá vaks Javnaðarflokkurin úr 22,8% á valinum í 1945 til 28,1% á valinum árið eftir.
Besta valið í nýggjari tíð var í 1990, tá flokkurin fekk 27,5% og 10 fólk vald á ting. Slakasta valið í nýggjari tíð var í 1994, tá flokkurin minkaði niður í 15,3%.
Hóast Javnaðarflokkurin leygardagin gjørdist tann minsti av teimum stóru flokkunum ? tað er fyrstu ferð síðani 1954, at tað hendir, so hevur formaður Javnaðarfloksins buktina og báðar endarnar í samgongusamráðingunum og stendur í løtuni til at gerast Føroya Løgmaður fyri aðru ferð.
Koma samráðingarnar upp á pláss í dag, so hevur løgmaður helst tvey høvi at bjóða lagkøku...