Javnaðarflokkurin er »til helvitis grin«

Sonja Jógvansdóttir er so ill inn á Javnaðarflokkin, at hon bannar yvir honum á Løgtingsis røðarapalli – og nú fer hon heldur í part við Sambandsflokkin

– Javnaðarflokkurin er »til helvtitis grin«.

 

Sonja Jógvansdóttir, uttanflokkatingkvinna, er so ill inn á Javnaðarflokkin í sambandi við ætlaðu pensjónsskipanina, at hon ikki fýrir fyri at lesa illbønir yvir honum av Løgtings røðarapalli.

 

Løgtingið hevur viðgjørt eitt uppskot frá Sambandsflokkinum um at hækka grundarupphæddina í fólkapensjónini 580 krónur um mánaðin. Hetta er sama upphædd, hendan samgongan skarvaði av grundarupphæddini í sambandi við at gjaldið úr Samhaldsfasta varð hækkað.

 

Sonja Jógvansdóttir varð vald á ting fyri Javnaðarflokkin, men alt fyri eitt, samgongan varð skipað, meldaði hon seg úr flokkinum, og síðani hevur hon verið uttanflokka.

 

Kortini hevur hon stuðlað samgonguni í at kalla øllum málum, men hon hevur eisini sett síni krøv. Og í seinastuni eru krøvini vorðin so herskin hjá samgonguni at svølgja, at samgongan hevur heldur leitað sær stuðul hjá Sjálvstýri fyri bæði fíggjarlógini og pensjónsskipanini

 

Og í Løgtinginum í dag fingu vit eina hóming av, hvussu stórt misljóðið er ímillum Sonja Jógvansdóttir og og Javnaðarflokkin, tí uttanflokkakvinnan læt øll vita, hvussu ill hon er inn á Javnaðarflokkin um nýggju pensjónsskipanina, samgongan og Sjálvstýri eru samd um.

 

Og hon staðfesti, at hon tekur fegin undir við uppskotinum hjá Sambandsflokkinum um at hækka grundarupphæddina.

 

Sonja Jógvansdóttir vil heldur hava eina skipan, har Samhaldsfasti fær ein nógv størri leiklut, men ístaðin fáa vit eina skipan, har hvør einstakur skal spara 12 prosent av lønini saman til sína egnu eftirløn, umframt gjaldið úr Samhaldsfasta.

 

Og hon var óvanliga hvassorðað í sínum dómi yvir pensjónsnýskipanina, samgongan og Sjálvstýri nú eru samd um. Hon vísir á, at ætlaða pensjónsskipanin fer nevniliga ikki at lyfta ein tann einasta pensjónist upp um fátækamarkið, samstundis sum at skarvað verður burtur av fólkapensjónini, tá ið ein pensjónistur hevur nakað av inntøku afturat pensjónini. Flatskatturin er ikki avtikin og nú er tað endaliga staðfest, at pensjónirnar skulu skattast við inngjald í allar ævir.

 

Sonja Jógvansdóttir kallaði ætlaðu pensjónsnýskipanina, sum samgongan og Sjálvstýri eru samd um, fyri eina »Jørgen Niclasen Light« skipan, sum er gjørd eftir sama leisti, sum undanfarna samgonga arbeiddi við, bara við ávísum tekniskum broytingum.

 

– Tað er als ongin politikkur í hesi nýskipanini, bara teknikkur, og Javnaðarflokkurin er »til helvitis grin« í hesum máli segði Sonja Jógvansdóttir. Og hon skilur ikki, hvussu Javnaðarflokkurin og Tjóðveldi kunnu erpa sær av eini skipan, sum ikki lyftir ein tann einasta pensjónist upp um fátækamarkið.

 

 – Nýggja pensjónsskipanin er fúl etandi skomm, tá ið hugsað verður um, hvussu harðliga Javnaðarflokkurin og Tjóðveldi mótmæltu pensjónsskipanini hjá undanfarnu samgongu, og tá ið hugsað verður um, hvat hesir flokkarnir lovaðu upp undir løgtingsvalið, sigur  Sonja Jógvansdóttir.

 

Helena Dam á Neystabø, løgtingskvinna fyri Javnaðarflokkin, svaraði aftur og vísti á, at Sonja Jógvansdóttir varð vald á ting fyri Javnaðarflokkin upp á eina valskrá, har pensjónistar, sum bara høvdu fólkapensjón og Samhaldsfasta at liva av, skuldu fáa 500 krónur meiri at liva fyri um mánaðin.

 

Men eftir nýggju pensjónsskipanini, sum nú er løgd frá, fáa teir 1000 krónur meir um mánaðin at liva fyri, umframt teir longu hava fingið 500 krónur meiri at liva fyri tá ið Samhaldsfasti varð hækkaður og kringvarpsgjaldið varð lækkað, so tilsamans fáa teir nú 1500 krónur meiri at liva fyri. Samstundis eru átøk gjørd fyri at lyfta barnafamiljur upp um fátækamarkið.

 

Fyri ein pensjónist kann tað helst gera tað sama, um pengarnir, teir rinda oljutangan við, kemur frá fólkapensjónini, ella úr Samhaldfasta, so Sonja Jógvansdóttir fer púra skeiv, tá ið hon tvíheldur, at vit ikki hava hildið okkara vallyfti, sigur Helena Dam á Neystabø.

 

Leggjast kann afturat, at løgtingsformaðurin átalaði Sonju Jógvansdóttir fyri óhóskandi orðaval á tingsins røðarapalli.