Andstøðan hevði fingið meiriluta, um løgtingsval var í dag. Tað er úrslitið av eini veljarakanning, sum Lóður hevur gjørt.
Veljarakanningin vísir, at andstøðan hevði fingið 18 tinglimir, meðan samgongan hevði fingið 15.
Størstu framgongdina hevur Fólkaflokkurin, sum sambært hesi veljarakanningini hevði fingið 23,7 prosent av atkvøðunum og átta tinglimir, um val var í dag. Tað er ein framgongd á 4,8 prosentstig.
Sambandsflokkurin hevði blivið næststørsti flokkur við 20,9 prosentum og 7 tinglimum, sum er ein framgongd á 2,2 prosentstig.
Javnaðarflokkurin hevði fingið ein dyggan smeit frá fólkinum. Flokkurin gongur í veljarakanningini 5,1 prosentstig aftur í mun til løgtingsvalið í 2015. Hann fær 20 prosent av atkvøðunum og 7 tinglimir.
Tjóðveldi hevur eisini eina munandi afturgong, 3,8 prosentstig. Flokkurin hevði fingið 16,9 % av atkvøðunum, um val var í dag og 6 tinglimir.
Allir teir tríggir smáu flokkarnir høvdu fingið framgongd, men kortini hevði tað kostað Sjálvstýrinum ein tingsess.
Miðflokkurin hevði havt størstu framgongdina, úr 5,5 % upp í 6,8 %, sum hevði givið 2 tinglimir. Sjálvstýri hevði farið úr 4,1 % upp í 4,6 %, men hevði kortini mist annan tinglimin orsaka av útrokningarhættinum við størsta brøkið. Framsókn hevði, sum einasti samgonguflokkur, havt framgongd, úr 7 % upp í 7,1 %.
640 fólk svaraðu veljarakanningini hjá Lóður, sum bleiv gjørd frá 14. til 25. juni. 22,3 % svaraðu, at tey høvdu valt blankt, ikki høvdu farið á val ella ikki vistu, hvønn tey høvdu valt. Hesi eru tí, sum vanligt í slíkum kanningum, ikki tikin við í endaliga úrslitinum.