Í løtuni verða vit fóðrað gjøgnum pressuna við tómum politiskum vallyftum frá Javnaðarflokkinum. Í 6 ár hevur hann sitið við valdið, og Javnaðarflokkurin hevur miðvíst felt øll uppskot um at seta peningastovnunum krøv. Seinast var í mai mánaði, har hann afturvísti øllum uppskotum frá Tjóðveldi um at seta peningastovnum krøv um rentulækking í sambandi við bankapakka 2. Og í fleiri svarum til fyrispurningar frá undirritaða, hevur Jóannes Eidesgaard afturvíst at gera nakað við og seta politisk krøv til peningastovnarnar.
Áður enn tað, gav Javnaðarflokkurin stórar skattalættar til tey, ið ikki høvdu tørv á tí, lat arbeiðsmarknaðin aftur fyri arbeiðsmegi – og skapti harvið ta fíggjarligu støðu, ið vit í dag skulu stríðast við og tann bløðrubúskap, ið er atvoldin til fíggingarpolitikk bankanna. Harumframt framdi Javnaðarflokkurin serlóggávu, ið gav serligan rentufrádrátt til at lána pengar til partabrævakeyp. Og fyri minni enn einum ári síðani feldi hann uppskot frá Tjóðveldi, um at broyta tað aftur.
Nú er sjálvandi at gleðast um, at Javnaðarflokkurin tekur frástøðu frá øllum tí, hann hevur framt. Landsfundur Javnaðarfloksins krevur nú alternativa sethúsafígging, ið kann geva peningastovnunum kapping.
Men í seinasta mánaða legði Fíggjarmálaráðharrin uppskot fyri tingið, sum tekur møguleikan frá Húsalánsgrunninum at kappast við peningastovnarnar um sethúsafígging.
Javnaðarflokkurin kann tí beinanvegin vísa sína nýggju støðu í verki, og samana við andstøðuni taka stig til at broyta hetta lógaruppskotið soleiðis, at Húsalánsgrunnurin frameftir kann veita fullfíggjaða fígging til sethús og fastogn.
Ger hann ikki tað, kunnu vit endaliga sláa fast, at eisini her er talan bert er um tóm lyftir og royndir at látast í fjølmiðlunum – meðan ongin kannar samanhangin millum orð og gerðir.