Javnaðarflokkurin hevur ein aldurstrupulleika

Ungi tingmaðurin hjá Javnaðarflokkinum, John Johannessen, heldur, at flokkurin hevur ein aldursstrupulleika, og hetta sæst best aftur í førda politikkinum

?Javnaðarflokkurin skal fevna um annað enn røktarheim.
Ungi tingmaðurin hjá Javnaðarflokkinum, John Johannessen, helt á landsstevnuni fyri, at flokkurin hevur ein álvarsaman aldurstrupulleika. Hann vísti argandi á, at tað er av stórum týdningi, at flokkurin fær sær nøkur greið sjónarmið um annað enn eldraøkið, og nevndi útbúgvingarøkið og ungdómspolitikk.
?Eg havi verið tingmaður í góðar átta mánaðir, og hvørja ferð eg taki hesi evni upp, verða sjónarmiðini skúgva til viks av hinum javnaðartingmonnunum, segði John Johannessen undir aðalorðaskiftinum fyrrapartin leygardagin.
Ungi tingmaðurin tók millum annað støðið í einum samgongufundi í samband við fíggjarlógina í farnu.
?Helvtin av tingmanningini hjá Javnaðarflokkinum segði seg taka undir við Fólkaflokkinum um at skerja lestrarstuðulin. Eg seti mær bara spurningin, hvussu vit í flokkinum skulu fáa tey ungu upp í flokkin við slíkum politikki, vísti John Johannessen á.
Sonevndi Jokarin á løgtingsvalinum hjá Javnaðarflokkinum helt, at flokkurin átti at virka fyri at fáa javnstøðu millum tey eldru og yngru í flokkinum, tí í løtuni eru ungu kreftirnar við skerdan lut.

Burturvið
Bæði Henrik Old og Gerhard Lognberg gjørdist argir inn á útsagnina hjá John Johannessen um skerjingina av lestrarstuðulinum.
?Eg má siga, eg eri djúpt sjokeraður av tær. Tað er ein beinleiðis lygn, at vit vildu skerja lestrarstuðulin, tí formaðurin í tingbólkinum, Kristian Magnussen, slerdi fast, at flokkurin ikki ætlaði at skerja lestrarstuðulin, sigur Henrik Old.
Sandoyartingmaðurin, Gerhard Lognberg, tók fult undir við Henriki Old.

Mynd: John
?Eg havi verið tingmaður í góðar átta mánaðir, og hvørja ferð eg taki hesi evni upp, verða sjónarmiðini skúgva til viks av hinum javnaðartingmonnunum, segði John Johannessen undir aðalorðaskiftinum fyrrapartin leygardagin.
Mynd: Jan Muller