Tað vísti seg eisini, at tey seks árini hesir flokkar vóru í samgongu, gekk framá. Fleiri máløki vóru yvirtikin, samstundis sum umsitingin av øðrum málum kom á føroyskar hendur.
Hyggja vit hvat fer fram í hesum flokki í dag, mugu vit við sorg sanna, at her er vent í holuni - serliga eftir at Marita Petersen legði frá sær.
Hetta landsstýrið hevur sett sær fyri at samráðast við danir um fullveldi. At sambandsflokkurin skuldi verða so hart ímóti, høvdu fá roknað við. Tí í fleiri ár hevur hann meylað um eina sjálvstýrislóg, uttan at vit hava fingið nakað at vita um, hvat hon inniheldur. Jú teir siga seg at kunna ganga heilt at loysingini. Flokkurin hevur eisini reypað sær av, at einki hevði verið komið á sjálvstýrisleið uttan við javnaðarflokkinum, og kann tað væl eisini vera so. Tí er tað í dag so óskiljandi, hvat hesin flokkur vil, ella hví hann nú hevur fingið kaldar føtur. Flokkurin hevur lagt uppskot sítt fram fleiri ferðir, uttan at tað hevur vunnið frama. Tá so landsstýrið legði sítt uppskot fram um fullveldi, vildi hann ikki góðtaka hesa meining, og gróv »lík« sítt um sjálvstýrislóg upp aftur og royndi at blása nýtt lív í tað. Úrslitið kenna vit ídag.
Ein skuldi trúð, at teir stóðu opnir, so tað var lag á manni at samansjóva teirra uppskot við uppskot landsstýrisins, men hetta var av ongum. Helst hava teir ongantíð havt nakað liðugt seymað uppskot, men einans brúkt hetta til at tekkjast veljarunum við. Teir fóru jú á val, og góvu veljarunum tað fatan, at flokkurin hevði lagt seg munandi á sjálvstýrisbógvin, og gav hetta eisini bonus. Stuttligt hevði verið nú at gjørt eina nýggja kanning av, hvat veljarar floksins høvdu sagt í dag!!?? Leiðari floksins hevði helst sagt, at teir ikki høvdu skilt spurningin. Tað kemur mær fyri, sum at hann heldur øll vera minni begávað, sum ikki hava somu meining sum hann. Samstundis leggur hann øll onnur undir ikki at góðtaka, at hann hevur eina aðra meining.
Jóannes kastar øllum fyri, sum ikki eru samd við honum, at tey ikki vilja góðtaka at hann hevur aðra meining, men um vit kanna eftir, er tað helst tað øvugta. At aðrar meiningar ikki verða toldar í flokkinum, kenna vit best frá Tvøroyrar Býráð, har »grindin« gongur í tvimum bólkum.
Tá síðsta veljarakanningin varð almannakunngjørd, var sambandsflokkurin so at sær komin, at hann tók hana til eftirtektar, meðan javnaðarflokkurin ikki vildi góðtaka hana. Føroyingurin varð niðurgjørdur av formanninum, sum helt føroyingar verða býttar, hóast hann ikki brúkti hesi orðini, so lá tað í teimum, tí tey vistu ikki hvat tey høvdu atkvøtt fyri og vóru villeidd. Aftur her síggja vit, at tað ikki verður tolt, um ein hevur eina aðra áskoðan, enn leiðslan í javnaðarflokkinum. Hetta minnir meg um, tá val verða hildin í onkrum einaræðislandi og leiðari tess tapir. Tá verður valið altíð skírt órættvíst og at valsvik hevur verið framt.
Fyri einans einum hálvum ári síðani ella so, skrivaði løgtingsmaður floksins fyri Norðoyggjar ógvuliga hvassorðaðar og beinraknar greinar í Sosialinum ímóti dønum og framferð teirra ímóti okkum. Brádliga helt hendan greinskriving uppat. Vit fingu vitjan av Poul Nyrup Rasmussen, alt varð so eviga deiligt, og síðani misti Vilhelm pening á gólvið og hann varð ikki funnin aftur. Helst hevur hann fingið munnkurv frá Jóannesi og Nyrup.
Tað er eyðsýnt, at flokkurin gongur í tveimum - tey sum ynskja meira sjálvstýri og so Jóanesar/Nyrupsar vongur, sum ynskir tað svarta samband. Jóannes hevur meylað um, at tjóðveldismenn vilja sleppa upp á eina trappu at proklamera loysingina. Hvar hendan trappan er, og hví tað skal verða á onkrari trappu í Havn, skilji eg ikki. Kanska er tað trappan í Tinganesi, sum hann hevur rent høvdið ímóti, áðrenn Edmund stongdi kjallaran. Tað má verða hagani hansara trappukompleks stavar.
At flokkurin eisini hevur eina ringa samvitsku fyri mistøk síni í farnu tíð, sást best, nú grundleggjari floksins hevði 100 ára føðingardag. Nakrir av trúgvu floksfeløgunum, sum høvdu havt eina aðra áskoðan tá, enn aðrir ráðandi í flokkinum, vóru útblakaðir, varð bara tagdur burtur. Ístaðin keyptu teir abbason hansara, sum býr í Vestmanna, og fingu borið so í bandi, at hann varð valdur inn á ting. Mær vitandi var hesin, sum áður var skúlafloksfelagi og leikbróður mín, ramur loysingarmaður. Áður las eg altíð greinar hansara við stórum áhuga, um ymiskar samfelagsspurningar. Ídag havi eg ringt við at taka mannin í álvara. Meira skilagóður tyktist floksfelagi hansara at vera tað kvøldið, sjónvarpið tosaði við hann, tann dagin hann fylti 100 ár. Mangt broytist á mannsins ævi.
Á veljarafundi í Sumba, spurdi undirirtaði Jóannes Eidesgaard um tær hóttanir Atli Dam setti fram móti dønum, tá Poul Nyrup Rasmussen kravdi at DONG skuldi nevnast við framíhjárætti í avtaluni millum føroyingar og danir, um tær vóru tómar, har hann lovaði at avvikla heimastýrislógina eftir 10 árum. Tá legði hann dent á, at hetta var meint í ramasta álvara. Eg spyrji tí, at um teir meintu tað tá, at avvikla heimastýrislógina eftir 10 árum, hví so ikki, sum ætlani nú er eftir 15-20 árum? Hvar er logikkurin?
Síðani Vilhelm fekk skrivi- og meiningsforboð frá Jóannesi og Poul Nyrupi, er hann útskiftur við annan propagandagreinskrivara úr Fuglafirði. Makan til svartskygdan og konservativan mann havi eg tí ikki kent áður. Ikki eingang í sambandsflokkinum finnist ein slíkur, burtursæð frá bangna vágatingmanninum. Vit minnast greinar hansara undan valinum. Tær vóru fullar av ósannindum og reingjan av veruleikanum. Hetta heldur áfram ídag. Maðurin sigst at vera lærari, men sjálvur hevði eg hugsað meg fleiri ferðir um, áðrenn eg lat míni børn upp í hendurnar á einum slíkum!
Eftir valniðurlagið hjá javnaðarflokkinum í 1994 skrivaði ein journalistur, sum er limur í flokkinum, og fanst at tí arrogansu, sum hevði sett dám sín á flokkin, og vísti hann á hvørjar avleiðingar hetta hevði fingið. Hyggur ein at flokkinum ídag og leiðslu hans, spríkir hendan arrogansan fram aftur sum ongantíð fyrr.
Flokkurin er komin út á ein skráa, takkað verði leiðara hansara, sum hevur sett seg uttanfyri at lúnast, helst tí at dreymur hansara at gerast løgmaður ikki varð uppfyltur, og hevur hann sett seg sjálvan í skammikrók. Tað fer at taka langa tíð hjá flokkinum at byggja eitt álit uppaftur, har veljarar og aðrir politikarar kunnu hava álit á honum. Spurningurin er nú tann, um hann ikki hevur avskrivað seg sjálvan einaferð með alla.
Øll væntaðu sær nógv av leiðara floksins, tá hann trein inn á politiska leikpallin, og væntaðu øll sær nógv av honum. Tað er einki at ivast í, at evnini eru til staðar, og at hann kundi verið ein góður politikari, hann sum áður stóð so stinnur og setti floksfeløgum sínum á fólkatingi stólin fyri hurðina, hóknaði undir trýstinum, men sum støðan nú er, er hann dumpaður við einum buldri.
Kai Vágfjall