Javnaðarflokkinum hevur leingi vantað høli til meira ella minni fjølmentar fundir, og tí fór flokkurin út at leita eftir húsi at keypa.
Herfyri fall valið á fyrrverandi bókhandilin hja Hjalmari Jacobsen í Niels Finsensgøtu í Havn.
Hølini liggja væl fyri, og kostnaðurin er hareftir, men Aksel Johannesen, formaður í Javnaðarflokkinum vil kki siga, hvør keypskostnaðurin var.
Flokkurin yvirtekur húsið á nýggjárinum.
Handil er í niðari hæddini og hevur eisini kjallaran. Tað leigumálið heldur fram.
- Vit fara at brúka ovastu hæddina til flokshøli, sigur Aksel Johannesen.
Hvør hæddin er 140-150 fermetrar.
Onkrar smávegis umvælingar skulu gerast á hølini.